Fimleikaárið 2000/2001
Tilmeldingin verður í høllini á Stórheyggi leygardagin 2. september kl. 16-18. Í sambandi við tilmeldingina verður sølubúð, har møguleiki verður at keypa vatn-dunkar og t-shirtir við Havnar Fimleikafelag búmerkinum á. Eisini verður møguleiki at tekna seg sum stuðul - tá ið ein hevur fylt út eitt skjal, verður váttað at stuðla felagnum við kr. 50,- um árið.
Havnar Fimleikafelag er mannað við nógvum fimleikarum og høllin á Stórheyggi er vorðin ov lítil at húsa øllum. Hettar hevur við sær, at venjingarnar ?Kom í form I-IV? verða í hølinum í HB-húsinum í Gundadali. ?Kom í form?- liðini eru ætlað vaksnu fimleikarunum, og byggja á callanetic-liðini seinasta vetur.
Upplýsandi faldari um felagið
Ársætlan er løgd við flestu tiltøkunum og longu nú fáa fimleikarar og venjarar at vita nær m.a. stórkapping, FM, venjingarlegur og framsýningar verða.
Hetta verður í faldaranum, ið fimleikarin fær, tá ið meldað verður til leygardagin. Í hesum faldara er skipanin í felagnum, ársætlanin og eisini venjingartíðirnar. Fyrstu greinina eigur formaðurin, ið býður einstaka fimleikaranum vælkomnan í felagið og ynskir øllum gott fimleikaár.
Liðini 4-5 ár
Leygardagin 2. september er tilmeldingin til ymsu liðini - hetta fer fram í høllini á Stórheyggi. Fimleikavenjingarnar byrja mánadagin 4. september eftir yvirlitinum, sett er upp - tó er undantak fyri liðini ?Børn 4 ár? og ?Gentur 5 ár?.
Hesi lið byrja vikuna seinni, tað vil siga, at ?Gentur 5 ár? eiga fyrsta fimleikatíma mánadagin 11. september og ?Børn 4 ár? byrja hósdagin 14. september.
Skipanin í størsta fimleikafelagnum í Føroyum
At fleiri fimleikarar enn nakrantíð eru í Havnar Fimleikafelagi, hevur ført til umskipan í nevndar-arbeiðinum. Afturat nevndini, har Anni Kyster Durhuus er formaður, eru eisini undirdeildir, ið hava ymisk arbeiðsøki. Hettar verður grund undir tættari samstavi millum fimleikaran/foreldrini og felagið.
Havnar Fimleikafelag er mannað við hesum nevndarlimum: Anni Kyster Durhuus - formanni, Karinu Nattestad - næstformanni, Ann-Mari av Skarði - skrivara og Katrin Abrahamsen - kassameistara.
Deildirnar afturat nevndarskipanini eru: ?Fíggjardeildin?, ?Stuðladeildin?, ?Fimleikadeildin?, ?Útbúgvingardeildin? og ?Tíðindadeildin?. Hesar deildir fara at gera sítt til at betri og greiðari arbeiðið er í felagnum.
Sum dømi er týdningarmikið at nevna skipanina í fimleikadeildini. Fólk er sett við málsøkjum innan fimleikapartin í felagnum: ?Amboðslið?, ?FM-lið?, ?Børn til 12 ár?, ?Vaksin lið? og ?Stórkapping?. Ætlanin við hesi skipan er, at um spurningar eru um ávíst innan fimleikin, skal ein venda sær til ábyrgdaran at einstaka málsøkinum - hetta eigur eisini at verða tryggleiki hjá foreldrunum, at tey vita hvønn tey kunnu venda sær til afturat venjaranum.