Havnamaðurin Hákun Dam er ein vælkendur klaksvíkingur í dag. Hann fann sær konu í Klaksvík og flutti norður at búgva í 1989. Hann sigur, at hann altíð hevur kent seg væl í Klaksvík, og at klaksvíkingar eru eitt blítt og opið fólkaslag, sum hann trívist sera væl ímillum. Og hann hevur so at siga heldur ongantíð hoyrt nakað fyri tað frá havnafólki.
? Líka einaferð sum eg minnist, at eg spurdi meg, hvat hundan eg gjørdi í Klaksvík, tí at "Klaksvík", var hvørki eru fuglur ella fiskur, greiðir Hákun flennandi frá.
Tað er ikki altíð so lætt at flyta frá sínum heimstaði, men Hákun sjálvur dugdi væl at koma út í millum fólk. Í fyrstuni ferðaðist hann tó ímillum, meðan hann starvaðist á Tórshavnar Skipasmiðju.
? Tað var í teimum døgum, tá Smyril sigldi av Klaksvík til Havnar klokkan hálvgum sjey um morgunin, greiðir hann frá. Honum dámdi sera væl at arbeiða á Skipasmiðjuni. So væl, at hann ferðaðist ímillum líka til í 1992, tá hann fekk starv á deildini hjá Tryggingarfelagnum í Klaksvík, og har arbeiðir hann enn í dag.
Hann fór upp í nevndina í Klaksvíkar Ítróttarfelag, sang við í manskórinum í Klaksvík, var eitt skifti formaður í Norðoya Javnaðarfelag og sat eisini í nevndini fyri røktarheimið. So ikki kann annað sigast, enn at fryntiligi havnarmaðurin hevur verið sera virkin í lokalsamfelagnum í Klaksvík hesi 15 árini hann hevur búð í býnum.
Deknur
Eitt annað starv, sum Hákun eisini hevur í Klaksvík, er sum deknur í Christianskirkjuni. Og tað er eitt starv, sum hann gongur sera høgt uppí. Hákun greiðir frá, at tað var Henning Bøgesvang, sum tá var prestur í Klaksvík, sum heitti á hann at vera deknur.
? Eg segði ja beinanvegin, og tann 26. mars 1995 vórðu Karl Gudmund Henriksen og eg innsettir sum deknar í Christianskirkjni, minnist Hákun aftur á.
At vera deknur gerst ein partur av einum, heldur hann fram. Hann viðgongur, at tað hevur havt sína ávirkan á hansara gerandisdag og lívsstíl, men kortini heldur hann ikki, at hesi høvdu verið so øgiliga nógv øðrvísi, um hann ikki hevði verði deknur.
Hákun sigur, at tað at vera deknur er bara nakað, sum situr fast í dag. Hann fer altíð niðan í kirkjuna leygarkvøld at gera alt klárt til gudstænastuna sunnumorgnar. Og til aðrar kirkjuligar handlingar tað sama.
Væl dámar honum at lesa lestur. Hann fyrireikar seg altíð væl og roynir at finna góðar og áhugaverdar lestrar.
? Ein lestur skal vera gevandi og sigandi, heldur Hákun Dam.
Ítróttur
Sum sagt hevur Hákun verið sera virkin í KÍ. Fótbóltur er hansara hjartabarn, og er tað enn tann dag í dag. Hann hyggur at hvørjum dysti hjá KÍ, og viðgongur hann beinanvegin, at hann er KÍ-ari í dag.
? Men um KÍ ikki gerst føroyameistari, so má tað vera HB, sigur hann við einum smíli.
So røturnar spøkja kortini aftur, og tað er helst ikki so løgið, tá ein er føddur og uppvaksin aðrastaðni enn har ein setur búgv.
Hákun kom í nevndina í KÍ í 1995. Tað var ein trýmannanevnd við Árna Joensen sum formanni, og Svend Jacobsen og so Hákun.
Her tók Hákun sær fyrst og fremst av Evropa Cup luttøkuni hjá felagnum, og ferðini niður til Haifa í Ísrael.
Eisini tók hann sær av innkrevjingini til allar heimadystirnar í langa tíð. Dysturin sum stendur fremst í minninum hjá Hákun frá tí tíðini er, tá Olgar Danielsen skoraði trý mál á Svangaskarði móti Macabi Haifa í oktober 1995. Tann dystin vann KÍ 3-2, og hann stendur púra klárur í minninum hjá Hákuni.
? Tað var ordiliga vell, sigur hann ljóðar júst sum aðrir klaksvíkingar.
Neyvan aftur til Havnar
Spurdur um hann kundi hugsað sær at flutt aftur til Havnar at búð, sigur Hákun, at sjálvandi kundi hann væl búð har aftur, men treytað av at konan og sonurin komu við.
? Men tað er ikki nakað, sum eg gangi og ynski, staðfestir hann.
Hann sigur, at hann hevur tað gott í Klaksvík og dámar væl. Um hann verður spurdur, hvaðani hann er, svarar hann sum oftast úr Klaksvík, men um hann verður spurdur, hvar hann er ættaður, svarar hann sjálvandi - úr Havn.
Tað hoyrist á Hákuni, at hann er havnamaður, tí hann sigur EI. Men tað heldur hann sjálvur er nakað rótut nú eftir so mong ár í Klaksvík.
? Eg hugsi ikki um, nær eg sigi ei ella oy, tað kann gott vera, at onnur gera tað. Men tað er ikki nakað, sum eg sjálvur gevi mær far um, sigur Hákun Dam at enda.