Havið er vit – og okkara rættindi skulu verjast og vinnast!

Vit fiskimenn skulu aftur standa saman um rættindini hjá okkum øllum og virka sum ein felags stætt. Vit skulu vera ein sterk og errin rødd í samfelagnum. Tí bjóði eg meg fram til formansvalið í Føroya Fiskimannfelag

Sakaris Zachariasen
-----

Eg skal hervið boða frá, at eg bjóði meg fram sum valevni til komandi formansval í Føroya Fiskimannafelag (FF).

Sum 53 ára gamal, havi eg nú balst á sjónum alt mítt vaksna lív. Havi roynt alt slag av fiskaríi og alt slag av reiðskapi. Kenni til sáttmálaviðurskifti hjá øllum manningarbólkum. Eg havi uppá mín egna kropp lært um vunnin og mist rættindi. Og veit alt um tær ymsu og broyttu treytir, sum føroyskum fiskimonnum eru fyri.

Støðan er álvarslig
Og støðan í løtuni er sera álvarslig fyri hjá fleiri pørtum av fiskimannastættini:
- Ójavnin veksur í hvørjum millum føroyskar fiskimenn: Summir hava sera góðar umstøður og hýrur – og alt gott um tað – meðan aðrir skríða í skræðuni.
- Vunnin rættindi og sáttmálar verða undirgrivin, tí reiðarar royna at gera avtalur við einstakar manningar ella einstaklingar. Og Reiðarafelagið er farið í ommu sína.
- Føroyskir fiskimenn verða tilsíðissettir, tí útlendingar við øðrvísi treytum, verða tiknir inn í staðin.
- Stórur partur av botnfiskaflotanum er niðurslitin, og bæði arbeiðsumstøður, trivnaður og rættur til frítið, eru út av lagi vánalig.

Her krevst aftur sterkt samanhald millum føroyskar fiskimenn til tess at broyta korini.
Aftur at vinna rættindi
Fiskimannafelagið hevur ígjøgnum ættarlið stríðst fyri mannsømiligum korum og felags rættindum. Einaferð noktaðu felagið limum sínum at liggja og flekja á knøunum. Og gjøgnum verkføll vunnu okkara forfedrar tey mongu rættindi, ið vit síðani hava havt. Nú verða við spjaðing vunnin rættindi tikin frá okkum – og nýggj rættindi verða ikki vunnin.

Hetta vil eg broyta.
Vit skulu aftur hava eitt sterkt Fiskimannafelag, sum hoyrist og sæst!
Vit fiskimenn skulu aftur standa saman um rættindi hjá okkum øllum og virka sum ein felags stætt!
Vit skulu aftur ganga ernir og fattir, sum umboð fyri fiskimannastættina.
Og vit skulu krevja at samráðast við eitt reiðarafelag ella við reiðararnar undir einum – og ikki sum nú samráðast á hvørjum keikanti í Føroyum.

Eitt sterkt felag
Eitt fakfelag er samanbundið av nøkrum limum, ið hava nøkur felags áhugamál at verja og stríðast fyri. Tað er vælkent í Føroyum, at stóra konfliktir hava verið millum fakfelag og avvarðandi samráðingarpart. Mangan hevur leikað hart á, men uttan samanhaldið, so hevði málið ikki verið rokkið.

Samanhald er grundarsteinurin undir øllum virksemi felagsins. Tí síggi eg tað sum mína fremstu uppgávu, at vera tænari og talurør fyri allar limirnar í FF. At fara væl um og verja um tey felags rættindi og tær felags ognir, sum Fiskimannafelagið eigur og fer at vinna sær. Og at tryggja, at samfelagið veit, hvar FF stendur og hevur eina sterka og virda rødd í øllum almennum orðaskifti.

At røkja formansstarvið í FF er einki “one man show“. Skulu vit røkka málum, so krevja vit at virka sum eitt lið av góðum soldátum.

Vit eru krumtappurin
Vit fiskimenn vita í hvørjari æðr og hvørjari spong, hvønn týdning havið hevur fyri Føroyar. Men mangan gevur samfelagið hesum ikki ans. Hjartað ella krumtapps-aksilin í allari fiskivinnuni, er fiskimaðurin. Fiskimaðurin arbeiðir í fyrsta liði, og kemur hann við ongum, er einki til hini heldur – so einfalt er tað.

Vit fiskimenn skulu gera samfelagnum púra greitt, hvønn týdning fiskimaðurin hevur fyri samfelagið. Avleitt arbeiði av veiðini, ið manning og skip leggja eftir seg í samfelagið, kennir ikki sín líka í nakrari vinnu her á landi. Umrokna vit veiðina í pengum, kastar hon so nógv av sær, at áttu vit ein brotpart av endasøluni, vóru allir fiskimenn millióningar. Og Løgmaður kundi tá tikið móti sínari pensjón við góðari samvitsku.

Um avkastið, sum vit skapa úr tilfeinginum, ikki varð sogið úr vinnuni til spekulasjón og annað, kundu vit siglt við heimsins flottasta fiskiflota, við góðari inntøku, og nógvari frítíð. Havið er vit – og vit eiga allan rættin til bestu kor, góða hýru og bestu arbeiðsumstøður á sjónum.

Fólkið á dekkinum
Ymiskt er hvussu roynist hjá fiskimanninum, og líka ymiskt er, hvussu roynist frá einum skipi til annað. Tað er soleiðis, at hvør einstakur fiskimaður (dekkari) hevur altíð verið tann persónurin, ið hevur fingið tann minsta partin av køkuni. Fiskimaðurin fær ein part, og frá hansara parti, verður so útroknað, hvussu nógv hini umborð hava uppiborið - ja í summum føri er munurin trífaldaður. Her eigur dekkarin at fáa størri part. Einki fiskiskip kann virka uttan dekkarar, og tað eiga vit at leggja okkum væl í geyma, tá vit krevja okkara part av havsins køku.




Hesum málum vil eg stríðast fyri
Nøkur av ítøkiligu málunum, eg fari at stríðast sum úlvur á skóg fyri, eru hesi:

- At verja vunnin rættindi, har ikki ein tummi skal skerast burturav.
- At vinna aftur mist rættindi.
- At skattalætti verður óbroyttur.
- At betra um sáttmálarnar og inntøkurnar, serliga hjá lægstu hýrubólkunum.
- At fiskimaðurin fær fyrimun av sínum limagjaldi í FF.
- At tryggja limum ímóti økonomiskum missi, um limur av einari ella aðrari orsøk, er komnir illa fyri fíggjarliga av arbeiði ella skaða.
- At fiskimaðurin fær rættindi til góða eftirløn. Og at tryggja niðurslitnum fiskimonnum rætt til eftirløn, áðrenn teir eru fyltir 67.
- At tryggja trivnað og arbeiðsumhvørvi umborð.
- At tryggja, at Fiskimannafelagið hevur eina sterka rødd og greiðar meiningar um stovnsrøkt, friðingar og at fáa sum mest burtuúr okkara ríka tilfeingi.
- At tryggja gjøgnumskygni í FF.

Við hesari grundhugsan bjóði eg meg fram sum formansvalevni hjá Føroya Fiskimannafelag.