Havbúnaðarfelagið stuðlar Pál

Mánadagin seinnapart skrivaðu Havbúnaðarfelagið og Suðuroyar Svimjifelag við Pál Joensen undir eina eitt ára stuðulsavtalu undir búmerkinum »Salmon fram the Faroe Islands«.

Havbúnaðarfelagið er nú høvuðsstuðul hjá Pál Joensen komandi árið.
Felagið hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at menna marknaðarføringstilfar um føroysku alivinnuna. Undir marknaðarføringsheitinum »Salmon from the Faroe Islands« verður føroyskur alifiskur marknaðarførdur í Føroyum og uttanlands.
Tað er tískil upplagt at brúka møguleikan at marknaðarføra føroyskan laks undir hesum heitinum gjøgnum stuðulsavtaluna, sum Havbúnaðarfelagið ger við Pál Joensen, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum.
Framleiðslan av laksi hevur alstóran týdning fyri føroyska útflutningin, og tað er at fegnast um, at størsta ítróttatalentið hjá okkum nú skal bera navnið »Salmon from the Faroe Islands«, sigur Havbúnaðarfelagið.
Fyri kortum vóru tvey tíðindafólk frá TV2 Sport í Føroyum og gjørdu samrøðu við Pál Joensen. Ty hildu, at søgan um Pál Joensen er sera góð og tann sannroynd, at Pál er komin so langt undir teimum avmarkaðu umstøðunum, hann hevur havt til venjing og menning, er ótrúlig.
Spurningurin er so, hvussu hetta letur seg gera. Tað má sjálvandi eitt sera stórt talent, umframt arbeiðs- og vinnaravilji til. Og tað líkist søguni hjá føroysku alivinnuni, sum við sera miðvísum arbeiði er komin í ta støðu, at kunna kalla seg heimsins dugnaligastu alivinnu.

Longur fram
Føroyskur laksur er ein sunn og góð matvøra, og Havbúnaðarfelagið kann ikki finna ein betri ambassadør fyri føroyskan laks enn Pál Joensen, sigur Bogi Jacobsen.
Aðrar líkheitir eru – eins og Pál Joensen svimur laksur eisini og konditiónsfaktorurin hevur nógv at siga fyri úrtøkuna. Eins og Pál Joensen er føroyska alivinnan millum tær fremstu í heiminum, og føroyskur laksur er og vil verða besti laksur í heiminum. Eins og Pál Joensen kennir alivinnan til tað harða, miðvísa arbeiðið, sum skal til fyri at koma á ovastu rók.
Pál Joensen er uttan iva Føroya størsta ítróttatalent og heldur føroyska alivinnan, at tað er sera umráðandi, at hann fær møguleikan til at menna síni góðu evni enn meira. Peningur skal til, og alivinnnan er sera fegin og stolt av at vera við til at hjálpa Pál Joensen við at koma enn longur. Tað gera vit við hesi avtaluni um at verða høvuðsstuðul komandi árið, sigur Bogi Jacobsen.
Pál Joensen sjálvur fegnast sjálvandi eisini um avtaluna og heldur tað verða hugaligt, at tað hesaferð er onkur, sum hevur við tað váta elementið at gera, sum er høvuðsstuðul.