Hesi seinastu tvey árini hava Bústaðir arbeitt við at útvega yvir 150 íbúðir – men allar eru ikki bygdar enn. Tað sæst í einum svari frá Ingilín Didrisen Strøm, landsstýriskvinnu.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu virksemið hjá Bústøðum er. Hann vísir á, at í 2021 fingu Bústaðir heimild at útvega sær 450 milliónir at byggja bústaðir fyri. Og nú, hálvtannað er er farið, vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvussu tað hevur gingist. Landsstýriskvinnan sigur, at síðani 2021, hava Bústaðir útvegað hesar verkætlanirnar:
- 12 íbúðir á Blómubrekku í Tórshavn.
- Vistarheimið til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
- Ein búfelagsskap á Toftum við 19 íbúðum og ein á Strondum við 16 íbúðum.
Tilsamans eru 94 milliónir settar av til hesar tríggjar verkætlanirnar.
Samstundis arbeiða Bústaðir í løtuni við at finna íleggjarar til tvær verkætlanir, sum eru 22 leigubústaðir á Heimasta Horni í Havn og átta íbúðir á Tvøroyri. Bústaðir kunnu ikki siga nakað um prísin á teimum verkætlanunum tí tey eru enn í samráðingum um tær.
Harumframt eru seks íbúðir í Vági klárar at taka í nýtslu. Upprunaliga skuldu tær verða lutaíbúðir, men nú fara bústaðir helst at leiga tær út ístaðin. Tær hava kostað 9,8 milliónir.
Tær seinastu tríggjar verkætlanirnar, sum eru tiknar í nýtslu, eru sjey íbúðir í Vestmanna, sum vórðu tiknar í nýtslu seinasta summar. Seinasta heyst vórðu 10 íbúðir í Blómubrekku í Havn tiknar í nýtslu og á Óðinshædd eru 20 íbúðir eisini tiknar í nýtslu í heyst.
Annars sigur Ingilín Didriksen Strøm, at farið varð undir fleiri av verkætlanunum fyri 2021 og heimildin at taka lán er ikki brúkt til tær íbúðirnar. Somuleiðis hava Bústaðir gjørt avtalu um 22 íbúðir á Heimasta Horni, fimm íbúðir í Sandavági og seks íbúðir í Vági. Somuleiðis er avtalað um 19 íbúðir Óðinshædd.
Hetta eru arbeiði, sum ikki eru bjóðað út, partvís tí at talan er um framhald av øðrum verkætlanum.