Veðrið var gott á leiðini millum Suðuritalia og Norðuraftika um hvítusunnuna, og fleiri túsund flóttafólk nýttu hetta høvið til at sleppa til Evropa. Tey flestu eru úr Eritrea, Sýrialandi og úr londum sunnan fyri Sahara.
Italska sjóverjan og herflotin hava sent fleiri skip á leiðina at hjálpa fólki, sum koma í neyð í teimum mangan vánaligu bátunum. Tey flestu flóttafólkini verða sett í land á Sisilia, men har og aðrastaðni har suðuri í Italia eru flóttafólkamóttøkurnar fullar, og Italia hevur tí biðið onnur ES-lond um hjálp.
Higartil í ár eru umleið 40.000 flóttafólk komin til Italia. Umleið tveir triðingar halda leiðina fram til onnur lond í Evropa.