Hava tikið 3000 tons upp úr bátahylinum

- Arbeiðið, sum nú er gjørt, fer eisini at gera, at størri nytta verður í bedingini, sum vit hava í Skálavík, sigur Linjohn Christiansen.

Í Skálavík hevur kommunan gjørt stórarbeiði við at taka upp grót, sand og tara úr bátahylinum. 

 

- Tað er meira enn ein hálv øld síðan, at bátahylurin varð bygdur, og sum árini eru liðin hevur nógv hópað seg upp í hylinum.

 

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sigur, at fyritøkurnar, Rókin og Thomsen, í felag hava tikið sær av at dýpa bátahylin.

 

- Teir hava brúkt eina gravmaskinu við sera longum armi, sum við at flyta seg runt á bryggjuni rakk um botnin í øllum hylinum.

 

Borgarstjórin vísir á, at umleið 3000 tons av grót-og sandtilfari eru tikin upp úr hylinum. 

 

Nú kunnu bátaeigarar ekkaleysir brúka hylin aftur. 

 

- Arbeiðið, sum nú er gjørt, fer eisini at gera, at størri nytta verður í bedingini, sum vit hava í Skálavík, sigur Linjohn Christiansen.