Hava tikið tvey mál aftur úr Løgtinginum

Ætlanin hjá Sambandsflokkinum at javntseta øll, sum brúka almennu vegirnar, er fallin til jarðar

 

Herfyri legði Sambandsflokkurin eitt uppskot fyri Løgtingið um at hækka prísin á bensini og diesel, umframt eitt uppskot um at vegskatturin eisini skuldi hækka.

 

Hesi bæði uppskotini vóru ein partur av eini heildarloysn hjá Sambandsflokkinum, har endamálið var at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum.

 

Fyri at leggja upp fyri mistar inntøkur í hesum sambandi, skeyt Sambandsflokkurin ístaðin upp at hækka prísin á bensini og diesel nakað, og at hækka vegskattin nakað.


Sambandsflokkurin boðaði frá, at endamálið er at javntseta øll, sum brúka almenna veganetið.

 

 

Les eisini: Undirsjóvartunlarnir: Nú skal bummgjaldið strikast

 

 

Men fyri nøkrum døgum síðani feldi Løgtingið uppskotið um at avtaka bummbjaldið, og so er endamálið við at hækka prísin á bensini og diesel, og vegskattin, dottið burtur.

 

Tískil hevur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum nú boðað Løgtinginum frá, at hann tekur uppskotið um at hækka prísin á brennievnið, og uppskotið at hækka vegskattin, aftur.

 

Og tá ið eingin annar tók uppskotið til sín og legði tað fram aftur í Løgtinginum, eru tey sostatt burturdottin og verða ikki viðgjørd í Løgtinginum.