Hava sitið føst umborð á Ternuni í tveir tímar

Nólsoyingar hava fingið ferðafólkinum okkurt at drekka umborð

Vit fáa einki at vita, so vit hava ikki ánilsi av, hvat hendir.

Tað siga ferðafólk umborð á Ternuni. Tey hava sitið føst umborð í tveir tímar, tí sum vit skrivaðu í áðni, hava nólsoyingar hertikið hana, tí tey finna seg ikki í at hon verður tikin at avloysa Teistan, sum skal í dokk.

Tey siga, at nógv ferðafólk eru irriterað, tí nú fara allar ætlanirnar fyri kvøldinum í vaskið.

 

Les meiri her: Nólsoyingar hava hertikið Ternuna: Vit hava fingið nokk

 

Tey hava einki fingið umborð, men nólsoyingar hava fingið teimum bæði sodavatn og øl umborð, so tey tysta ikki, siga ferðafólk.