Hava rundað 300.000 ferðandi

Hvønn mánað eru fleiri ferðafólk komin í mun til í fjør.

 

Ferðafólkatalið um Vága Floghavn rundaði 300.000 í septembur. Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur sostatt fram.

 

Til og við september høvdu 300.576 ferðafólk ferðast um flogvøllin. Vøksturin í mun til somu tíð í fjør var 29.511 ferðafólk, sum svarar til 11%. Samanborið við í fjør var tað ikki fyrr enn oktober var liðugur, at ferðafólkatalið kom upp á 300.000. Tað vil siga ein mánað seinni. Vøksturin fyri september í mun til september í fjør er 13,2 %.

Á hagtølum frá Vága Floghavn sæst at hvønn mánað í ár hevur ferðafólkatalið verið hægri enn sama mánað í fjør. Størsti munurin, bæði í talið á ferðafólkum og í prosentum, var í mars í ár. Tá komu 16.659 ferðafólk um Vága Floghavn, 7.231 fleiri enn í mars í fjør.

 

Farmurin veksur eisini nógv. Fram til og við september eru 1213 tons farin um flogvøllin. Somu tíð í fjør var talið 433 tons. Framgongdin er 180%, skrivar Vága Floghavn.

 

Postflutningurin er minkaður eitt lítið vet. Frá 188 tonsum fyrstu níggju mánaðirnar í fjør til 186 tons somu tíð í ár. Ein minking á 2 prosent.