Hava leysliga viðgjørt russlands-samstarvið

Formenninir í flokkunum á tingi og uttanlandsnevndin skulu viðgera samstarvi.

 

Floksformenn og uttanlandsnevndin skulu viðgera fiskiveiðusamstarvið

– Vit hava gjørt eina djúptøkna frágreiðing, sum snýr seg um samstarvið hjá Føroyum við Russland og um russlandspolitikkin. Frágreiðingini er leysliga viðgjørd millum samgonguflokkarnar – hon er í trúnaði og kann ikki útleverast, segði Høgni Hoydal við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag.

Hann sigur, at tey nú fara at tosa við allar flokkar og við uttanlandsnevndina fyri at royna at fáa semnu um ein samanhangandi føroyskan russlandspolitikk, segði hann.

Landsstýrismaðurin vildi einki siga um frágreiðingina, tí so fór hann at gera seg sekan í tí, sum hann sjálvur hevur ávarað ímóti, at ein fer út og sigur eitt, og ein annar eitt annað. Hann sigur, at vit mugu finna eina felags støðu. Hann vísti eisini á, at avgerðin at enda má takast í Løgtinginum, tí Løgtingið hevur samtykt, at einki kann broytast í hesum viðurskiftum, uttan at tað verður atkvøtt um tað í Løgtingssalinum.

Hann væntar, at avgerð verður tikin í málinum um fiskiveiðusamstarvið við Russland í næstum.