í dag hava bátur og kavarar av Brymli verið at sæð á Vágsfirði. Leitingin eftir Rólant Nónfjall hevur tó ikki givið úrslit, hóast leitað hevur verið í fleiri dagar á sjógvi og landi.
Vatnið í Vági varð væl kannað í gjár, tá kavarar kannaðu Vatnið. Dagarnar frammanundan hevur verið leitað vesturi á Eiðinum og á Vágsfirði, eins væl og á landi.
Enn tykist ikki greitt, hvussu verður í morgin við leitingini.
Rólant Nónfjall varð seinast sæddur seinnaparin sunnudagin nærhendis Vágseiði.
Á myndini sæst bátur frá Brymli leita á Vágsfirði í dag.