Ein av ringastu krímsjúkum gongur í løtuni kring landið. Fólk leggjast frá hond og eru ógvuliga ússalig. Frá fólki, sum um vikuskiftið vóru hjá Læknavaktini, frættist, at so nógvir sjúklingar vóru har, at bíðitíðin var fleiri tímar, sigur Rás2 nú seinnapartin.
Bæði skúlar, barnagarðar og arbeiðspláss eru hart rakt. Ein skúli, sum er illa raktur av krímsjúkuni, er Tofta skúli.
Marita Dalsgaard, skúlastjóri sigur, at hon ikki hevur upplivað slíkt tey 13 árini hon hevur verið á skúlanum. Í hesi vikuni og í seinastu viku var bara triði hvør næmingur í skúla. Tað nervar undirvísingina, tí ikki ber til at flygja vanligu lestrarætlanini, tá í fleiri næmingar eru heima vegna sjúku í kanska eina heila viku.
Enn er krímsjúkan ikki farin so illa við lærarunum í Tofta skúla, men onkir lærarar hava verið noyddir at verið heima hjá sjúkum børnum.
Jenis av Rana, sum hevur drúgvar royndir sum kommunulækni minnist næstan ikki so ringa krímsjúku. Fólk blíva sera ússalig, hava ilt á hálsinum og vøddunum, og tey fáa ein ótolandi hosta. Læknin kann ikki hjálpa fólki við krímisjúk annað enn at mæla teimum til at vera góð við seg sjálvi, drekka nógv og fáa sær pínutablettir.
Men nógv fáa fylgisjúkur, og tá er skilagott at fara til lækna at fáa penicillin, um krímið hevur sett seg í lunguni ella hjáholurnar.