Skulu vit hava eina skipan, har ein triðingur av Løgtinginum skal kunna krevja, at fólkaatkvøða skal vera um mál, sum Løgtingið hevur samtykt?
Tað er ein spurningur, sum verður viðgjørdur, nú arbeitt verður við at gera eina nýggja føroyska grundlóg.
Í hesum sambandi spyr Jógvan á Lakjuni, tingmaður, um ætlanin er at staðfesta í grundlógina, at ein triðingur av løgtinginum, ella 11 tinglimir, ella kanska kanska tríggir fimtapartar av tinginum, ella 14 tinglimir, kunnu krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, aftaná at tað er samtykt í tinginum.
Í hesum sambandi minnir hann á, at fyrr í ár skúgvaði samgongan eitt ynski til viks frá 48,5 prosentum av Løgtinginum, ella 16 tinglimum, um at fáa fólkaatkvøðu um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd eisini kunnu giftast.
Hann vísir eisini á, at tá í Tjóðveldi var í andstøðu, legði flokkurin uppskot fyri Løgtingið um at broyta stýrisskipanarlógina fyri at verja minnilutan í Løgtinginum. Og tí vildi flokkurin hava at ein triðingur av Løgtinginum skuldi kunna krevja fólkaatkvøðu um eitt mál, Løgtingið hevðu samtykt.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at støða er ikki tikin til hetta enn. Hann sigur, at nevndin, sum gjørdi uppskot til stýrisskipanina í 1994, mælti til, at ein minniluti skuldi hava møguleika at krevja, at uppskot fór til fólkaatkvøðu, men tað vildi Løgtingið ikki taka undir við, tí tey hildu, at tað fór at seinka lógararsmíðinum
Ein nevnd hjá Løgtinginum sum legði uppskot fyri Løgtingið í februar 2010 mælti eisini til, at verja minnilutan í Løgtinginum og nú arbeitt verður við at gera eina grundlóg, er hetta tikið við, men tað er bara fyribils, tí endalig støða er ikki til tað enn.










