- Vit mæla ikki longur frá at koyra. Tað sigur Bjarni Petersen á Landsverki. Men hann leggur afturat, at tað rýkur illa, so tað er ikki heilt vandaleyst kortini. So hann sigur, at er ikki talan um neyðug ørindi, er framvegis frægast at halda seg innandura og bíða eftir betri veðri. - Fólk eiga at vera sera varin og sjálvi meta um, hvussu væl skøddur bilurin er, og, hvussu góður hann er at koyra. Í løtuni er rekkjuykoyring til Vestmanna og á Viðareiðisvegnum, har koyrt verður aftan á maskinuni hjá Landsverki. Men loyva umstøðurnar tí, verður latið leyst at koyra seinni Hinvegin eru teir givnir at grava á Oyggjarvegnum, til Syðradals, Skælings og til Saksunar, Tað er heldur ikki koyrandi til Oyndarfjarðar, Gjáar, til Funningsfjørð og til eysturbygdirnar á Sandoynni. Somuleiðis eru vánalig koyrilíkindir um Sandavágsháls, Velbastaðháls og á tunnilsvegnum við Norðskála.
Bjarni Petersen sigur, at tey hava havt nógv stríð av bilum. Hóast tey hava mælt frá at koyra, eru tað fólk, sum gera ímóti boðunum og tað elvir til trupulleikar hjá teimum, sum grava. Serliga hava tey havt nógv stríð av lastbilum, sum ”ikki áttu at havt verið á vegnum”, sum hann málber seg.
- Vit hava hjálpt øgiliga nógvum fólkum, sum eru komin illa fyri í bili, sigur Bjarni Petersen, sum leggur afturat, at tað er ilt at meta um, nær tað fer at batna.
|