Hava gjørt tað fyrr

– Vit komu sterkt aftur í fimta setti, men tað hava vit eisini gjørt fyrr, segði Bartal Eliasen eftir spennandi mansfinaluna, har Mjølnir mundi tikið ÍF aftur

– Vit vistu, at teir spældu væl, tí tað var eisini hart síðsta sunnudag, tá vit spæld fimm sett ímóti Mjølni. So hetta fór ikki at vera lætt hjá okkum. Tá teir fáa spælið at koyra, eru teir øgiliga góðir, men vit vóru fyrireikaðir, segði hevarin hjá ÍF, Bartal Eliasen.
– Í triðja og fjórða setti mistu vit fokus og høvdu vánaligar móttøkur, samstundis sum teir veruliga vístu, hvat teir dyga. Teir funnu tað besta fram og vóru nógv betri enn vit í triðja og fjórða setti. Men vit komu so sterkt aftur í fimta setti, og tað hava vit eisini gjørt fyrr, so nú eiga vit steypið.
Nú steypið er vunnið til ognar, fer ÍF eftir føroyameistaraheitinum:
– Sjálvandi fara vit eftir greipuni, men vit fáa at síggja, hvussu tað verður. Vit kunnu sum so avgera, hvørjum vit skulu spæla FM-finalu ímóti, men annars er tað líkamikið, hvørjum vit møta av teimum trimum liðunum, ið kappast um annaðplássið.