Hava funnið lista hjá Schindler

Ein upprunaligur listi hjá Schnidler er mestu sum at tilvild funnin á einum bókasavni í Australia. Oskar Schindler bjargaði hundraðtals jødum frá týningarlegum í Póllandi og Týsklandi undir seinna heimsbardaga, og søgan um Schindler gjørdist víðagitin, tá ið leikstjórin Steven Spielberg gjørdi film um Lista Schindlers.

Nú eru 13 skroypilig pappír við nøvnunum á 801 persónum av tilvild funnin á einum bókasavni í Australia. Pappírini vóru funnin í einum kassa við skjølum hjá australska rithøvundanum Thomas Keneally, sum skrivaði bók um Schindler.

Ein savnsvørur á New South Wales State Library í Sydney sigur, at tann funnið listin er ein av fleiri, sum Oskar Schindler førdi yvir fólk, sum skuldu bjargast frá nazistunum.