Í dag hava tey funnið tvær pútur á eini strond í Fraklandi, og tað verður meststum tikið fyri vist, at talan er um tvær pútur úr setrunum á lítla privatflogfarinum, sum hvarv við oyggjarnar, sunnaliga í Ermarsundi næstseinasta sunnudag. Við flogfarinum var 28 ára gamli argentinski fótbóltsspælarin, Emiliano Sala, sum skuldi til Onglands, har hann skuldi spæla fyri Cardiff í bestu ensku deildini
Les eisini: Metkeypið hjá Cardiff er horvið
Púturnar vóru riknar á land beint við Surainville á Colentin hálvoynni, sum er sunnaliga í Ermarsundi, beint við oyggjarnar, har flogfarið hvarv. Skynews skrivar, at nú fara tey aftur at leita eftir flogfarinum, men hesa ferð er ætlanin at leita á botni á einum stórum øki rundan um har tey seinast høvdu samband við flogfarið.
Leitingin byrjar væntandi um vikuskiftið og tey vænta at leita í einar tríggjar dagar, men samstundis fer eitt privat bjargingarlið eisini at leita eftir eina peningainnsavning, har góðar tríggjar milliónir komu inn.
Tað var næstseinasta sunnudag, tann 21. januar, at lítla flogfarið við Emiliano Sala, og flogskiparanum, David Ibbotson, hvarv í Ermarsundi, og eftir at hava leitað í nakrar dagar til fánýtis, góvust tey, men nú verður leitingin so tikin upp aftur.