Strandferðslan hevur nú fingið nýggjan fíggjarleiðara. Tað er 44 ára gamli Dan Djurhuus í Vági. Upprunaliga er hann bankalærdur í Bank Nordik og í nógv ár var hann vinnukundaráðgevari í bankanum.
Síðani í fjør hevur hann verið kontrollari á Fíggjardeildini hjá Strandferðsluni og hetta seinasta hálva árið hevur hann verið virkandi fíggjarleiðari og nú er hann so settur í fast starv.
Umframt bankaatstøðina hevur Dan staðið HD 1 og HD 2 í fíggjarligari ráðgeving. Hann hevur eisini royndir sum virkin eigari í vinnuligum virksemi, sigur Strandferðslan