Bæði landið og kommunurnar hava fingið munandi meiri inn í skatti higartil í ár, enn í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá TAKS.
Uppgeðin vísir, at fyrstu sjey mánaðirnar í ár, eru inntøkurnar hjá landinum av landsskattinum hækkaðar 9,7 prosent afturímóti inntøkunum í sama tíðarskeiði í fjør,og inntøkurnar hjá kommununum av kommunuskatti, eru hækkaðar 6,4 prosent.
Uppgerðin vísir eisini, at í tíðini frá januar til juli í ár, fekk landskassin 827,6 milliónir inn í skatti, og tað er 73 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið inntøkurnar vóru 754,6 milliónir.
Inntøkurnar av forskattaðum pensjónum vóru 160 milliónir í januar til juli í ár, tað eru 11 milliónir meiri enn í í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið tær vóru 149 milliónir krónur.
Í tíðini frá januar til juli í ár, fingu kommunurnar tilsamans 908,7 milliónir inn í skatti, og tað eru 54,5 milliónir meiri enn í fjør, tá ið tær fingu 854,2 milliónir inn í kommunuskatti í tíðarskeiðnum frá januar til juli.