Hava fingið nakrar fráboðanir um skaða

Á Sandavágshálsi fór ein lastbilur út av í hálkuni

Kavarokið og óveðrið er av á hesum sinni. Um vikuskiftið, og í gjár vóru ring koyrilíkindi, umframt at bæði skalvar og skriður lupu fleiri staðni.   

 

Men eisini í nátt hevur løgregian fingið fleiri fráboðanir um, at steinar eru á vegnum og forða ferðsluni, og tað er framvegis ikki koyrandi til Syðradals í Streymoynni.

 

Løgreglan sigur, at seinnapartin í gjár fór ein stórur lastbilur út av í hálkuni, og fyrrapartin í dag lá hann framvegis framvið vegnum. Men har var eingin fólkaskaði.