Fyri at lýsa málið út í æsir, har fýra fólk vórðu álopin í Norðdepli, er øll hendingin endurskapaður á filmi.
Tað verður gjørt fyri at geva nevningunum eina greiðari mynd av, hvat fór fram hendan vanlukkuliga sunnumorgunin tann 14. juli í fjør.
Á filminum greiða tey fýra fólkini, sum vórðu álopin út í æsir, hvussu tey minnast hendingina og alt verður so tikið upp á film, minutt fyri minutt.
Tey fýra fólkini eru við í filminum. Tann ákærdi fekk eisini høvi at hava sín egna leiklut í filminum, men tað vildi hann ikki.
Hinvegin eru tað politistar, skrivstovufólk á politistøðini, portørar, og onnur, sum hava tey ymsu leiklutirnar.
Men ongin av teimum er við, eru fólk, sum hava nakað við málið at gera yvirhøvur.
Tilsamans hava tey tikið einar 10 tímar av filmi upp og tað er nú klipt niður í ein film á tveir hálvan tíma, sum verður vístur fyri nevningunum, so hvørt tey fýra fólkini, sum vórðu álopin, verða avhoyrd.










