Hava boðað frá Neyðrakett í kvøld

Bæði Brimil, tyrla og bjargingarbátur eru farin at leita

Klokkan gott átta í kvøld ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði sæð eina neyðrakett, við Raktanga á Skálafirði.

 

Løgreglan setti alt fyri eitt alt apparatið ígongd, og síðani hava bæði tyrla, bjargingarbáturin, Lív, og Brimil, leitað á Skálafirði, og har um vegir, eftir onkrum, sum kann hava skotið eina neyðrakett.

 

Men enn hava tey einki óvanligt sæð.

 

Vit frætta meiri seinni