Hava bíðað í ein tíma umborð á flogfarinum

Flogferðslan er tarnað vegna kava í morgun

Nógvur kavi er niðurkomin í nátt, og hevur tað tarnað virksemi kring oyggjarnar. Serliga bilferðslan er nógv merkt av, at koyrilíkindini ikki eru av tí besta í morgun, Men eisini flogferðslan hjá Atlantic Airways er seinkað í morgun.


Eftir ætlan skuldi rutuflogfarið til Edinburgh fara klokkan átta í morgun, og at byrja við tóktist, at alt gekk eftir ætlan. Tíggju minuttir í átta vóru øll ferðafólkini komin umborð á flogfarið, men tá in.fo, ein góðan tíma seinni, tosaði við eitt av ferðafólkunum umborð, so vóru tey enn ikki komin nakran veg.


- Vit hava sitið her síðani klokkan tíggju minuttir í átta í morgun. Nú eru teir júst farnir at skumpa kava av vonginum aftur, og tað sær eitt sindur frægari út. So nú sleppa vit vónandi skjótt av stað, sigur Eyðun Myllá, ið er umborð á flogfarinum.


Hóast flogfarið til Edinburgh ikki er fari enn, so boardingin til næstu fráferðina, til Keypmannahavnar klokkan 08.40, longu byrjað.