Hava bíðað í níggju ár – men nú verður tað sett í verk

Sjálvan ólavsøkudag vil landsstýrismaðurin hava eitt uppskot fyri Løgtingið um at forða fyri kynsligum ágangi ímóti børnum

Í heyst verður tað, at vit fáa eina skipan við barnaváttanum í Føroyum. Tað lovar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Tað merkir, at øll, sum hava við børn og ung at gera, skulu hava eina váttan fyri, at tey ongantíð eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

Hetta hevur annars verið ein tungur burður, tí tað var longu í 2012, ella fyri níggju árum síðani, at Løgtingið einmælt samtykti eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at seta eina slíka skipan í verk.

Men tað varð av ongum, og herfyri legði Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, aftur eitt uppskot fyri Løgtingið um at seta eina slíka skipan í verk. Men hesa ferð vildi samgongan ikki taka undir við og tískil varð tað felt.

Orsøkin til, at samgongan ikki tók undir við tí, er, at tey siga, at landsstýrismaðurin á økinum, Jenis av Rana, arbeiðir við málinum.

Tinglimir í samgonguni heitti enntá á Djóna Nolsøe Joensen um at taka málið aftur, tí tað var óneyðugt og var bara órógvandi. Men tað vildi løgtingsmaðurin so ikki og sostatt feldi samgongan tað.

Tá ið Løgtingið umrøddi málið, staðfesti landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, eisini eisini, at hann fer at seta eina slíka skipan í verk. Men hann ásannaði, at hetta hevur verið ein tungur burður. Málið varð samtykt fyri níggju árum síðani og nú eru tað sjey ár síðani, at føroyskir myndugleikar vendu sær til danskar myndugleikar um at taka tey neyðugu stigini, so at hetta kann verða sett í verk í Føroyum.

Men Jenis av Rana sigur, at síðani hava donsku myndugleikarnir bara tosað føroyingar upp í lag, tí teir hava fleiri ferðir lovað at gera tað – men einki er hent. Men nú er málið endaliga avgreitt, og sostatt er danska kunngerðin um kriminalskráseting eisini sett í gildið í Føroyum.

Tað er ein kunngerð, sum gevur myndugleikum í Føroyum heimild til at fara í kriminal skrásetingina í Danmark eftir upplýsingum um fólk og tað er ein fortreyt fyri at seta eina skipan um barnaváttanir í gildið í Føroyum.

Jenis av Rana sigur at sostatt kunnu vit fáa seta eina skipan um barnaváttanir í verk í Føroyum og tað ætlar hann sær at gera.

Hann sigur, at eftir hansara tykki hevði tað vera hóskandi at leggja eitt uppskot um barnaváttanir fyri Løgtingið sjálvan ólavsøkudag. Hann heldur, at tað hevði verið eitt signal, sum vísti, hvussu stórum  álvara vit taka hetta málið í, og tað hevur hann eisini umrøtt við umsitingina í Mentamálaráðnum. Hann sigur, at hann væntar, at so verða tað nakrar dagar eftir ólavsøku, at tað verður samtykt.

Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann tekur fult undir við, og tá ið Løgtingið umrøddi málið, varð tað eisini greitt, at løgtingslimir eru fullsamdir um at seta eina slíka skipan í verk.

Tað sum hevur ligið í kortunum, er, at tey, sum fáast við børn og ung undir 15 ár, men tingfólk nevndu eisini, at tað átti at verið galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár. Landsstýrismaðurin helt, at tað var kanska tað rætta at gera, at seta aldursmarkið til 18 ár, men tað er ikki endaliga avgjørt. Men undir øllum umstøðum er hann sannførdur um, at hetta fer at bjarga nógvum børnum undan kynsligum ágangi.