Hatta ólukksaliga barnið

Umsorganartrot og foreldur, sum ikki eru sína uppgávu vaksin, eru evni í nýggjum donskum yrkingsavni og í nýliga virðisløntum føroyskum

Týning og yvirgangur framd í almenna rúminum eru gerandissøgur í miðlunum. Privat ræðustýri eru ofta truplari at viðgera, júst tí tey eru privat. Men viðhvørt stíga rithøvundar fram, sum duga at lyfta heimligu ræðuleikarnar upp á eitt listarligt støði, sum gevur okkum øllum høvi at síggja fjalda veruleikan í einum almennum ljósi.

Yahyan Hassan hevur verið stóra søgan í donsku miðlunum seinastu vikurnar, tí hann hósdagin í hesi vikuni gav út yrkingingasavn um ein óhugnaligan barndóm millum tilflytarar í Aarhus. Lívið í einum tilflytarabýlingi í donskum stórbýi kann tykjast at liggja fjart frá føroyska samfelagnum, og tó. Katrin Ottarsdóttir fekk fyri kortum M. A. Jacobsen virðisløn fyri yrkingsavn, sum snýr seg um nøkunlunda sama evni.


Lýsing av harðligum pápa

18 ára gamli Yahya Hassan setur í yrkingasavninum orð á teir ræðuleikar, sum hann sum barn hjá palestinskum tilflytarum hevur livað í. Ikki krígsræðuleikar, men ræðuleikar í einum donskum gerandislívi við foreldrum, sum framdu yvirgang móti sínum egnu børnum og einum gerandisdegi, har drongurin berjist við vreiðina í einum umhvørvi, har einki samband er millum fasadu og veruleika.

“fem børn på række og en far med kølle

flergræderi og en pøl af pis

vi stikker skiftevis en hånd frem

for forudsigelighedens skyld

den der lyd når slagene rammer

søster der hopper så hurtigt

fra den ene fod til den anden

pisset et vandfald ned ad hendes ben”

(Brot úr yrkingini “Barndom.”)


Loyniligt føroyskt ræðslustýri

Katrin Ottarsdóttir gav í 2012 út yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki. Í september í ár fekk hon virðisløn M. A. Jacobsens fyri savnið, sum Malan Marnersdóttir í heiðurshandanini kallaði eitt hjartanemandi og djarvt yrkingsavn. Yrkingarnar snúgva seg um ein barndóm, sum er merktur av ræðslu og yvirgangi. Ikki sama kropsliga yvirgangi, sum Yahya Hassan lýsir, men einum sálarligum yvirgangi, sum í støðum kann tykjast minst líka øgiligur.

Hjá Katrini Ottarsdóttur er tað mamman, ið er bøðilin, og yvirgangsamboðini eru koparrør, rabarbugreytur og læstar hurðar. Úteftir síggja tey út sum ein vanlig familja, men inneftir er søgan ein onnur. Mamman er sálarliga óstøðug, og dóttirin veit ongantíð, hvar og nær næsta yvirgangsatsøknin fer í gongd. Pápin er ikki førur fyri at verja barnið og flýggjar út í urtagarðin og niður í kjallaran.

“eitt eygnabrá

eitt hirs

eitt andaleyst geisp

eitt skroypiligt pápaeyga ið næstan smílist

ein barnslig gnisan sum vardi ov stutt

ov leingi

kann senda alt til helvitis so hurðar aftur smekka

og okkurt aftur brotnar

Uttan um tey

Innan í teimum”

(Brot úr yrkingini “Ludo”)


Læsa upp og seta eld á

Bæði Yahya Hassan og Katrin Ottarsdóttir eru bersøgin og ósentimal, tá tey lýsa kúgaða barnið, sum roynir at læra seg at vera til í einum heimi, har tey helst skulu vera ósjónlig. ”Foreldrini høvdu ynskt, at eg ongantíð var føddur,” sigur Yahya Hassan, og í yrkingunum hjá Katrini er “hatta ólukksáliga barnið” eitt onki, ið hvørki hoyrist, sæst ella merkist. Eg-persónurin í danska yrkingasavninum finnur ein samleika í kriminaliteti, í tí føroyska er tað listin við Leonard Cohen sum onkursvegna umboðar bjargingina.

Ummælarin hjá Politiken, Lilian Munk Rösing, sigur um yrkingarnar hjá Yahya Hassan, at tær brenna og eru fullar av eldi. Mamman hóttir sonin við tendrara, skúlin brennur, bilar brenna, og sjálvur setir hann eld á íbúðina, sum tey búgva í. Men hann vil eisini hava orðini og yrkingarnar at brenna, hann sigur í einari yrking, at hann vil “seta eld á orðini” og vil síggja tey líða.

Hjá Katrini eru yrkingarnar fullar av lyklum. Illsintir lyklar, sum stongja bæði barnið og pápan inni, og hóttandi lyklar, sum barnið ikki dugir at halda skil á. Og á sama hátt sum hjá Yahya Hassan, verður torturvápnið ein forloysandi partur av sjálvum skaldskapinum, tí við orðum sum lyklum letur Katrin hurðarnar upp, so ræðslurnar leka út í almenna rúmið. Yrkingasavnið byrjar í havanum, flytir seg inn í húsið, inn í veggirnar, inn í lyklarholini og inn í sjálvt koparrørini. Einki fær frið, tí einki fekk frið.


Larmandi miðlar

Ein annar felagsnevnari millum yrkingasøvnini eru larmandi miðlarnir, sum skapa og varðveita karmarnar, sum børnini og familjurnar ikki kunnu slíta seg leys úr. Yahya Hassan skrivar í yrkingini “Barndómur:”

“samtidig med at al jazeera tv-transmitterer

hyperaktive bulldozere og fortørnede kropsdele”

(Brot úr yrkingini “Barndom”.)

Og í Føroyum spæla tíðindi um neyðina úti í heimi eisini ein leiklut. Húsfólkini

“hoyra um hungursneyð

turk

bumbumenn

bardagar

allar hugsandi vanlukkur”

(Brot úr yrkingini “Sól”.)

Í yrkingini hjá Yahya Hassan fáa fremmandu lutirnir persónligar eginleikar, sum hoyra heima í donskum skúlagørðum, “hyperaktive bulldozere og fortørnede kropsdele.” Hjá Katrini stendur útvarpið “spýggjandi hart frá,” meðan “børnini fáa matin kroystan í seg, tí børnini svølta í biafra.” Veruleikarnir smelta saman, og ræðumyndirnar úr miðlunum verða partur av heimliga óhugnanum.


Lovandi nýggir yrkjarar

Ayhya Hassan er bara 18 ára gamal og spildurnýggjur á danska yrkjarapallinum. Katrin Ottarsdóttir er ikki heilt ung, og sum filmleikstjóri er hon eitt kent og virt navn í føroyskum listahøpi. Men hon er nýggjur yrkjari, og Eru koparrør í himmiríki er fyrsta yrkingasavn hennara.

Lítli føroyski miðlaheimurin gevur ikki mentafólkum eins stórar møguleikar at skapa kjak, sum Yahya Hassan hevur gjørt í Danmark, men vit treingja minst líka nógv til listafólk, sum bróta tabumúrar við at lyfta tað persónliga upp í tað almenna. Tí er at fegnast um, at Katrin Ottarsdóttir í samband við virðisløn M. A. Jacobsens lovaði okkum bæði eitt stuttsøgusavn og eitt yrkingasavn afturat.