Vanliga bakkar hann ikki undan, tá nærdystirnir verða harðir, og tað gjørdi David Nielsen heldur ikki á Tórsvølli mikukvøldið. Somikið væl treivst hann í harða spælinum, at mong mundu halda hann eiga reytt kort, áðrenn eitt síkt varð givið Bárði Joensen hjá B36, og í steðginum valdi venjarin eisini at skifta áleyparan út.
Men tá vit eftir dystin tosaðu við David, helt hann bara, at talan hevði verið um eina góða uppliving.
- Eg haldi, at B36 gjørdi tað, sum teir kundu. Teir megnaðu at ræða okkum við fysiska spæli sínum, og tað eiga teir alt rós uppiborið fyri. Sjálvandi kann og eigur spælið hjá okkum at koyra betri, men tað mugu vit bara góðtaka, at tað ikki ger. Og so skal tað altso arbeiðast fyri úrslitinum.
Tú sigur, at tit lótu tykkum ræða. Men tú ert vanliga ikki ein spælari, sum bakkar undan, tá nærdystirnir gerast harðir?
- Nei, og tað gjørdi eg heldur ikki hesaferð. Tað var kanska eisini orsøkin til, at eg varð skiftur út í steðginum, segði hann flennandi.
Tað so eisini út, sum lótu tit tykkum trýsta eftir steðgin, hvussu bar tað til?
- Vit eru kanska meira varnir. Vit fáa jú eina út av lagi vánaliga byrjan, og sjálvt um vit síðarni fáa skotið neyðugu málini, so ansa vit eitt sindur eftir. Vit spæla at kalla við hondbremsuni uppi, og tí skapa vit einki serligt frameftir.
- Men enn einaferð, so eigur B36 avgjørt eisini sín lut í hesum. Tað er eisini teirra skyld, at vit ikki fáa spælið at koyra, og eg haldi sjálvur, at hetta var eitt avrik, sum føroyskur fótbóltur kann vera errin um, segði David Nielsen eftir dystin.
Og heldur ikki, tá tosið fall inn á umstøðurnar kring dystin - veður, vøll og annað - vildi áleyparin koma við nakrari umbering, soleiðis sum eitt nú venjari hansara so ruddiliga gjørdi tað í bæði heima- og útidystinum.
- Soleiðis eru treytirnar, og tað mugu vit liva við. Tá tú spælir í Europa, so mást tú spæla av øllum alvi, og tað lærdu vit kanska hesaferð. Tað kann jú væl vera, at vit næstu ferð enda í Georgia ella onkra heilt aðra staðni, og tað er so eingin, sum sigur, at fortreytirnar at spæla verið betri tá, enn tær vóru í dag.










