Guvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur floksins í mentanarnevndini hjá løgtinginum var ikki sørt ørkymlað, tá vit bóðu hana viðmerkja ætlanina hjá landsstýrinum um at kanna at privatisera í fyrsta lagi upp til helvtina av Kringvarpi Føroya.
– Eg dugi als ikki at ímynda mær hatta, hatta ljóðar bara so skeivt og so langt úti – fyri ikki at siga forkastiligt, sigur hon víðari.
Gunvør Balle vísir á, at tey í Kringvaprinum hava verið ígjøgnum so nógvar trupulleikar í seinastu, har hava verið so nógv sjokk. Tí harmar tað hana, at landsstýrið nú leggur upp til meira av slíkum, nú friður aftur tykist vera um stovnin, og nú vit hava sæð fleiri smá framstig, sum benda á, at nú gongur rætta vegin aftur í Kringvaprinum.
Gunvør Balle hevur ilt við at trúgva tí, ið Sosialurin endurgevur frá landsstýrisfundinum síðsta mánadag.
– Eg blívi bangin, at alt sum eitur public service verðu hótt av hasum. Hasum mugu vit fáa nærri greiði á, sigur Gunvør Balle, ið hevur ilt við at trúgva, at landsstýrið í álvara arbeiðir við at privatisera okkara almenna public service kringvarp.









