Í samrøðu við Daily Mail, sigur Harry prinsur í Onglandi, at hann ynskti og hugsaði um at sleppa úr kongligu familjuni, soleiðis at hann fekk livað eitt vanligt borgarligt lív. Hann sigur í greinini, at hann valdi at verða verandi, tí hann er trúfastur mótvegis ommu síni, drotningini.
Í erligu samrøðuni við Daily Mail, sigur 32 ára gamli prinsurin, at hann hevur umhugsað at venda bakið til serrættindi síni og liva eitt vanligt lív. Hann greiðir frá, at eftir at hann fór úr herinum, hevur hann havt trupult við at finna seg til rættis.
- Eg vildi sleppa úr familjuni, men valdi tá at verða verandi og finna leiklut mín, sigur hann.
Í greinini greiðir hann frá, at ongin í kongligu familjuni veruliga ynskir at verða kongur ella drotning, men at hetta er ein skylda, sum kongliga familjan hevur.