Sambært fyribilstølunum frá kanadiska tjóðartingsvalinum í gjár verður tann konservativi forsætisráðharrin, Stephen Harper, sitandi við valdið. Fyribilstølini vísa eisini, at tann nýggi demokratiski flokkurin, sum er ein vinstraflokkur, er vorðin størri enn liberali flokkurin, sum stýrdi Kanada tað mesta av 20. øld.
Eitt annað merkisvert er, at formaðurin í flokkinum Bloc Quebecois, Gilles Duceppe, varð ikki afturvaldur.
Eftir fyribilstølunum fær tann konservativi flokkurin hjá Stephen Harper 166 av teimum 308 tinglimunum.










