Harmast um støðuna sum burgarin við ræstum kjøti kom í

Men tað var ikki lógligt at selja burgaran við tí kjøti, talan var um í hesum føri

Vit harmast støðuna, men hetta var ikki lógligt. Tað er niðurstøðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað elvdi til nógva umrøðu, at Ruben Busk, kokkur, mátti gevast at selja vælumtókta burgaran við ræstum kjøti úr einum vogni í Saksun.

 

 

Les eisini: HFS steðga ræstkjøtsburgaranum

 

 

Fyrst varð burgarin gjørdur úr íslendskum kjøti, sum var ræsað í Føroyum, men so gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan vart við, at tað var ikki loyvt, men at hann kundi brúka føroyskt kjøt ístaðin.

 

Síðani varð burgarin gjørdur úr føroyskum kjøti, men í hesum føri bar tað heldur ikki til, tí at framleiðarin var ikki skrásettur, sum tað, tey kalla heimaframleiðari. Heimaframleiðarar eru tey, sum framleiða, og selja eina vøru, uttan at hon er hagreidd á einum løggildum virki. 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at 31 framleiðarar hava skrásett seg um heimaframleiðarar. Endamálið við skrásetingini er, at kunna tann einstaka brúkaran um hvaðani matvøran stavar, so at hann veit, hvaðani maturin, hann etur, kemur frá. Hetta hevur týdning, tá ið vit ikki hava eftirlit við heimaframleiðslu, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.  

 

Eftir lógini kunnu skrásettir framleiðarar selja hesar føroysku vørur undir heitinum Heimaframleiðsla: Seyð, neyt, heimafugl, egg frá heimafugli, villini fugl, haru, grønmeti og frukt, bæði viðgjørd og óviðgjørd frukt. 

 

Tað er eisini loyvt at framleiða vørur úr innfluttum svínakjøti og innfluttum, pasteuriseraðum mjólkaúrdráttum, sum eru virkað á løggildum matvøruvirki uttanlands. Tað er sostatt ikki loyvt at innflutt lambskjøt verður ræsað í Føroyum og selt undir heitinum Heimaframleiðsla, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Kortini kann útlendskt lambakjøt ið verður ræsað í Føroyum, seljast eftir vanligu treytum um løggilding, men tað kann ikki seljast sum heimaframleiðsla. 

 

– Heilsufrøðiliga Starvsstovan harmast um støðuna, sum matseljarin er komin í, men vit vegleiða fegin øllum, sum ætla at fara undir matvøruframleiðslu um galdandi reglar, herundir eisini um heimaframleiðslu.