Harður dómur til danir

Tað var niðurstøðan hja UEFA, tá teir í dag viðgjørdu hendingina, har ein áskoðari legðist á týska dómaran í dystinum móti Svøríki.

Umframt at missa heimavøll til fyrsta fýra undankappingardystirnar, so er DBU eisini dømt at rinda bót a 450.000 kr.

 

Christian Poulsen, sum fekk reytt kort fyri at sláa mótspælara, fær leikbann í tríggjar dystir.

 

DBU hevur boðað frá, at teir fara at kæra dómin. Tíðindafundur verður um málið klokkan 14 danska tið.