Har tað er hjartarúm...

Jólini snúgva seg um at geva. Um at vera saman við sínum kæru. Og um børnini. Men hvat við teimum børnunum, sum ongan góðan hava? Leila á Lofti og maðurin Mikael Gren, sum búgva í India, lata á hvørjum ári hurðarnar upp og bjóða einum heilum barnaheimi heim til teirra í jólaveitslu. Í ár fingu børnini bæði gávur, góðar upplivingar og ikki minst kensluna av, at onkur brýggjar seg um tey

Í 2007 fluttu Leila á Lofti og maðurin, Mikael Gren, saman við døtrunum Natashu og Emmu úr teimum reyðu tvíhúsunum á Argjum hálvan vegin tvørtur um heimin til Bombai í India. Bondini til India vóru sterk frammanundan, tí bæði Natasha og Emma eru ættleiddar av einum barnaheimi har. So tá Mikael, ið starvaðist á einum boripalli hjá Transocean, fekk tilboð um at blíva fluttur upp á land í Bombay, gjørdu tey av at geva gentunum ein møguleika at síggja tað landið, hagani tær eru ættaðar.

Av Argjum til Bombay
- At koma til India var eitt kultursjokk, sum eg ikki kann lýsa í stuttum. Tað, sum eg hugsaði mest um, var, um genturnar mundu fáa meiri skaða enn gagn av at koma her. Tær skuldu jú byrja í nýggjum skúla, har undirvíst varð á enskum, og alt var heilt, heilt øðrvísi enn har heima. Hóast tær báðar eru úr Bombay, so var tað týðiligt, at tær vóru føroyingar í India.
- Eg sá beinanvegin, at vit fyrst máttu fáa genturnar at fella til, áðrenn hugsingur var um at vitja barnaheim teirra fyrstu ferð.
Leila greiðir frá, at fyrsta tíðin var ein roynd fyri tey øll.
- Vit vóru saman í døgndrift. Har var eingin familja at vitja, eingin kom á gátt, vit høvdu ongar vinir - ja, vit stóðu á berum, og alt skuldi byggjast upp av nýggjum.
Men skjótt byrjaðu tey at síggja alt tað góða, alt tað sum var spennandi, og millum annað ferðaðust tey nógv, bæði til Goa, Kerala, Maldivurnar og Teiland. Natasha fór somuleiðis ferðir við skúlanum.
- Men vit skuldu venja okkum við alt - serliga matin. Her er jú onki kent; onki rugbreyð, ongar pylsur og onki kjøt. Men vit royndu at gera alt, fyri at gentunum ikki skuldu leingjast heim. Vaflujarnið og dvd'irnar av "Eg elski Føroyar" bjargaðu okkum mangt kvøldið, minnist Leila.
Men eftir umleið tveir mánaðir vóru tey fallin til, og tá var lætt at gera av at vera verandi í Bombay.
Nakað eftir, at tey vóru komin til India, ættleiddu Leila og Mikael drongin Elias, sum eisini er av BalVikas - sama barnaheimi, sum genturnar eru av.

Barnaheimið BalVikas
Eftir eina tíð í India byrjaði Leila, sum er fysioterapeutur, sjálvboðin at arbeiða á barnaheiminum, sum øll børnini eru av.
- Eg hevði eina kenslu av, at eg mátti bara gera enn meira fyri enn fleiri. Í fyrstani gjørdi eg tað sum kendist trygt, nevniliga at viðgera tey børnini, ið stríddust við spastisitet. Har eru fleiri stór børn, ið hava tørv á viðgerð.
- Men sum tíðin leið, sá eg, at eg mátti raðfesta øðrvísi, soleiðis at mínar royndir komu flestum til gagns; eisini arbeiðsfólkunum, ið eru um børnini. Fleiri av børnunum vóru undirstimbrað, og tað sigur seg sjálvt, at tey tá kunnu vera strævin. Eru børnini hinvegin mettað av upplivingum og avbjóðingum, verður atmosferan á barnaheiminum heilt øðrvísi, greiðir Leila frá.
- Eg plagi eisini at gera eina »grovscreening« av teimum smáu, soleiðis at ein lítil trupuleiki ikki verður til ein so mikið stóran trupulleika, at barnið ikki verður ættleitt.
Sum dømi nevnir Leila eitt barn við skeivum høvdi, og at hon hevur víst starvsfólkinum, hvussu tey skulu sita við barninum, hvar leikurnar skulu liggja í mun til barnið, og hvussu barnið skal liggja, tá tað svevur.
Leila sigur, at tað kann vera ringt at fáa arbeiðsfólkið at skilja, hví tey skulu gera tað, sum hon lærir tey.
- Tey hava jú teirra máta at gera tingini uppá, men tað gongur nógv betri nú.
Leila, Mikael og genturnar brúktu í fyrstuni nógvar løtur at gera ymsar ábøtur á barnaheiminum og at keypa ymiskt, sum manglaði, alt frá súkklum til skógvar.
Tað vóru tó ikki hesi tingini, sum vóru tey týdningarmestu, og tí fóru tey eisini undir at geva børnunum ymsar góðar upplivingar.

Jòlaveitslan heima hjá Leilu og Mikael
Ein av afturvendandi upplivingunum, sum Leila og Mikael hava givið børnunum á BalVikas, er árliga jólaveitslan.
- Tvey tey fyrstu árini hildu vit jólafest á BalVikas, men tað verður sera heitt á barnaheiminum, um 38 stig, og jólamenninir orkaðu ikki at halda so leingi á í hitanum. So tá vit fluttu í eina størri íbúð við aircondition, so var upplagt at bjóða teimum heim til okkara.
- Harumframt var tað eisini gott hjá børnunum at sleppa út úr barnaheiminum og inn í eitt vanligt heim.
Leila greiðir frá, at starvsfólkini vóru spent, men eisini bangin, tí tey hava ábyrgdina av børnunum, so einki, absolut einki mátti henda teimum. Tí fingu tey Transocean, har Mikael arbeiðir, at leiga ein stóran buss til børnini - og harvið fingu tey enn eina stóra uppliving.
Tey vóru sera spent og væl pyntað, tá tey komu heim til Leilu og Mikael.
- Vit skipaðu so fyri ymsum stuttligum. Ein gandakallur kom at vitja, og vit leigaðu ein playmaster, sum stóð fyri ymsum spølum. Børnini blivu eisini málað við vøkrum tattoveringum, og vit hugdu at einum filmi á okkara stóra skermi.
Góður matur hoyrir jólunum til, og heldur ikki har skortaði nakað. Leila bakaði vegetarpizza og køkur, bjóðaði ís, sodavatn og kakao við róma. At enda kom jólamaðurin eisini. Hann kendi nøvnini á øllum børnunum og hevði góðar og persónligar gávur til hvørt barnið.
- Børnini gleða seg tó als ikki til gávurnar, sum føroysk børn gera. Í fyrstuni vistu tey ikki, hvat tey skuldu gera við gávurnar. Tey hildu í teimum, sera glað, og hildu bara, at vakri innpakningurin var tað, tey fingu. Vit máttu læra tey, at okkurt var inni í pakkanum, sum tey skuldu eiga.
- Vit leggja tó dent á altíð hava gávur til hvørt einstakt barn. Tað hevur stóran týdning, at teirra navn er á, og at jólamaðurin spyr eftir tí einstaka barninum, soleiðis, at tey kenna seg serstøk fyri einaferð skyld.
Leila greiðir frá, at foreldur, ið hava ættleitt av BalVikas av og á vitja aftur við teirra børnum og geva gávur, men tá er tað oftani húsið, ið fær átrokandi hjálpina, og so avgerð leiðslan, hvar tørvurin er størstur.
- Ofta enda gávurnar sum el í ein mánað, blæður, køliskáp, mjadnaoperation hjá einum barni, serskúlagongd til eitt hoyritarnað barn, ja alt møguligt. Men sjáldan fáa børnini eina gávu, sum tey persónliga eiga.
Upplivingin er tó nógv tann størsta gávan, sum tey fáa.
- Bara tað, at koma inn í okkara heim, er ein uppliving. At fara á okkara wc og at síggja kømurini hjá børnunum.
- Tey eru so fitt, glað og væl uppdrigin, men í ár føldu tey seg so trygg hjá okkum, at tey vóru nokk so rokalig, og tað er væl eitt gott tekin, heldur Leila.
- Her verður klemmað og mussað frá okkara síðu. Vit royna at fylla tey við kærleika við vón um, at tann kenslan setur seg onkrastaðni í hesi børnini.

Nær verða aftur jól?
Tað er eingin ivi um, at jólaveitslurnar hjá Leilu og Mikael eru nakað heilt serligt fyri børnini á BalVikas.
- Frá tí, at jólafestin er liðug, byrja tey at júka um, nær tann næsta verður. Tey elska tað, og í ár vildu tvey børn, ið hava fingið mammu og pápa her í Bombay, sleppa við, bara tí tey elska hesar jólaveitslurnar. So tey sluppu við og vóru aftur saman við sínum gomlu vinum, sigur Leila smílandi.
Á heiminum eru tó eisini nógv stór børn og systkinaflokkar, sum hava smá útlit til at fáa nakra familju.
At Leila og Mikael á hendan hátt lata heim sítt upp fyri hesum børnunum er tí einasti møguleiki fyri fleiri av børnunum at fáa góð og eydnurík jólaminnir. Á jólaveitsluni kenna tey seg serstøks, og tey merkja tá veruliga, at fólk eru, sum leggja í tey.
- Vit geva børnunum nakað, men trúgvið mær, vit fáa tað túsundfalt aftur, sigur Leila á Lofti.