Harðligur dansur


 

Løgreglan varð boðsend tvær ferðir leygarkvøldið, í sambandi við at skipað varð fyri harmonikudansi í høllini í Trongisvági, hóast dansurin meira varð ætlaður teimum meira tilkomnu.

Fyrst fóru tveir persónar til hendurs uttanfyri høllina. Báðir høvdu kenning, og løgreglan fekk tamarhald á teimum báðum.

Seinni út ímóti morgni var aftur boð eftir varðmonnum lógarinnar. Tá var støðan heldur ófriðarlig inni í høllini. Fleiri vóru meira ella minni farnir til hendurs, so at løgreglan mátti leggja uppí.

Vakthavandi sigur, at teir persónarnir, sum vóru upphavið til ófriðin, vóru koyrdir til hús og ikki á støðina.