Føroya Rættur viðgjørdi í gjár tvey mál um smugling av extacy tablettum til Føroya.
Maðurin, 38 ár og úr Liverpool, varð tikin 27. apríl, tá hann kom úr Bergen við Norrönu. Hann hevði goymt 206 extacy tablettir uppi í endatarminum, men var kortini avdúkaður og handtikin.
Kvinnan, sum skuldi vísa seg at vera kona hansara, varð handtikin á veg av flogvøllinum á gistingarhúsið við 200 extacy tablettum, sum hon hevði goymt uppi í sær.
Ákæran ljóðaði upp á, at tey bæði í felag høvdu smuglað hesar 406 extacy tablettirnar inn í landið.
Tað kom fram í rættinum í gjár, at hesi bæði vóru gift og høvdu verið tað í 20 ár. Saman eiga tey trý børn, ein drong og tvær gentur.
Upprunaliga førdu tey fram, at tey bert høvdu verið saman í fýra ár, og at kvinnan átti tey trý børnini framman undan við øðrum manni. Men tað úttalilsi broytti kvinnan í gjár, tá hon varð avhoyrd í rættinum.
Hon segði tá, at tey bæði høvdu verið gift í 20 ár, og annars hevði hon ikki nakra frágreiðing um, hví hon framman undan hevði sagt øðrvísi.
Tað kom eisini fram í rættinum í gjár, at kvinnan illtonkti mannin fyri at hava eina unnustu í Noregi. Maðurin hevur ongantíð havt eitt fast starv, men hevur ferðast frá landi til land og arbeitt í stutt tíðarskeið. Inn ímillum gekk tíðin so við at drekka og at taka rúsevnir.
Tey bæði høvdu fingið ein dóm í 2007 við býarrættin í Keypmannahavn, har tey vóru útvíst úr Danmark, samstundis, sum tey fingu innferðarbann í fimm ár fram til 31. oktober 2012. Hesin dómur umfataði tó ikki Føroyar.
Verið her fyrr
Maðurin hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum. Sambært honum sjálvum hevur tað verið fyri at søkt arbeiði. Tað er kortini ongantíð komið so langt, at hann hevur arbeitt her. Ferðirnar hava hinvegin altíð endað í drekkaríi.
Fyrstu ferð hann var í Føroyum var tað saman við 39 ára gomlu konuni. Ta ferðina vóru tey her og ferðaðust. Hvørgan teirra mintist tó, hvussu leingi tey vóru her, men tey søgdu seg tó hava verið onkra útferð uttan fyri Havnina. Hetta var í mai 2008.
Tað var annars gjøgnumgangandi fyi tey bæði, at tey mintust sera illa tað, sum farið var fram. Tey viðgingu bæði, at tey javnan vóru full ella skeiv av rúsevnum, og at tað var fremsta orsøkin til, at minnið sveik so illa.
Men eftir mai 2008, hava bæði tvey verið javnan í Føroyum. Hann sigur seg hava verið her fyri at finna arbeiði, hon tí hon vildi vera saman við manninum, sum ógvuliga sjáldan var heima.
Bæði noktaðu tey staðiliga fyri at hava selt rúsevni í Føroyum, og at nú tey vóru tikin, var tað fyrstu ferð, at tey høvdu smuglað rúsevni inn í landið.
Søgan hjá maninum var, at hann púra av tilvild var dottin fram á eitt tilboð, sum hann ikki kundi siga nei til.
- Eg ætlaði mær til Føroya at søkja arbeiði og fór tí við ferjuni úr Oslo til Hirthals. Men tá tok ikki koyrir frá Hirtshals, mátti eg til Hjørring fyri at koyra í toki niður til Esbjerg. Í Hjørring kom eg í samband við onkran, sum bjóðaði mær óhoyrt bíligt extacy, 30 krónur fyri tablettina. Eg hevði verið býttur, um eg ikki tók av, greiddi maðurin frá.
Røvarakeyp
Hann segði tað tí vera heilt av tilvild, at hann hevði hesar tablettirnar uppi á sær, tá hann kom til Føroya.
- Hevði eg ikki fingið hetta tilboðið, hevði eg ikki havt nakrar tablettir við mær til Førya, segði maðurin í rættinum.
Hann var vísur í at finna arbeiði, og hann segði seg skula selja nakað burtur av tabletunum, so hann kundi rinda fyri eina íbúp í Havn. Hann skuldi fáa vinir á vitjan seinni í summar, og tí mátti hann kunna hýsa teimum. Men meginpartin ætlaði hann at brúka sjálvur.
Kvinnan, hinvegin, var komin til Føroya, sum hon segði fyri at taka mannin við buksunum niðri – bókstaviliga.
Hon hevði fingið illgruna um, at maðurin hevði eina unnustu í Noregi, og tá hon frætti frá einari vinkonu, at hann ætlaði sær til Føroya, fekk hon eina aðra vinkonu at bíleggja ferðaseðil til Manchester við toki og síðani til Føroya við Atlantsflogi. Síðani ætlaði hon at standa fyri manninum, tá hann kom í land við unnustuni.
So hendi tað undarliga, at hon tveir dagar framman undan fekk eitt tilboð um at keypa 200 extacy tablettir.
- Tað var frá einum kunda í pubbini, har eg arbeiði. Góðskan var so vánalig, at hann segði seg ikki sleppa av við tablettirnar, og tí bjóðaði hann mær tær fyri 50 pund. Hetta var eitt slíkt røvarakeyp, at eg kundi ikki siga nei, greiddi kvinnan frá.
So bæði í hvør sínum lag fingu tilboð, sum tey ikki kundu siga nei til.
Strangan dóm
Undir grundlógaravhoyringini vildi maðurin hjálpa konuni – hóast tey neyvan eru so væl longur. Hann greiddi tí frá, at tað var hann, sum hevði givið konuni tablettirnar í einari roynd at sleppa henni undan skuld.
Men hetta kom seinni kvinnuni aftur um brekku, tí dómarin legði nevniliga hetta til grund fyri, at tey høvdu verið saman um at smugla tablettirnar inn til Føroya.
Verjin hjá kvinnuni, Bjørn á Heygum, hevði annars biðið um at fáa tablettirnar testaðar fyri at fáa vissu fyri, at tær bert høvdu ein fimtings styrki av vanligum extacy tablettum, men hetta varð kortini ikki gjørt.
Kvinnan varð sostatt dømd fyri at hava verið við til at smugla 406 extacy tablettir til Føroya, og hetta kostaði henni 10 mánaðar handan rimar.
Maðurin, sum eisini varð ákærdur fyri ólógliga at vera komin Danmarkar fleiri ferðir hóast innferðarbann, umframt at hann hevði játta seg sekan í at hava stolið fyri smáar 30.000 krónur í sigarettum úr einum handli í Føroyum, fekk fyri øll hesi brotsverkini eitt ár og tveir mánaðir.
Hartil vórðu bæði útvíst úr Føroyum, og kvinnan fekk innferðarbann í fimm ár, maðurin í tíggju.
Bæði skulu sita dómin í Danmark.
Bjørn á Heygum segði, at dómarnir neyvan verða kærdir inn fyri hægri rætt, tó at hann sjálvur hevði havt góðan hug at roynt málið hjá kvinnuni fyri øðrum rætti.