– Hanus Hansen fekk tað hann bað um - og meiri afturat.
Tað sigur Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og talsmaður floksins í fiskivinnumálum.
Hanus Hansen hevur selt Sjúrðarberg og hann hevur givið fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni mesta partin av skyldini. Men Ingolf S Olsen sigur, at hetta eru falskar ákærur.
– Sjálvur bedýraði Hanus Hansen fyri umleið tveimum árum síðani fyri mær, at vóru ikki meiri enn 25 prosent av øllum fiskatilfeinginum, seld á uppboðssølu, og antitrustmørkini vóru hækkað nakað, kundi hann væl og virðiliga liva við fiskivinnunýskipanini, sigur Ingolf S. Olsen.
– Hann fekk tað, hann bað um, og nakað væl afturat. Men kortini fær nýskipanin skyldina fyri hvørja avgerð, ið hesin reiðari tekur, og sum kann hugsast at hava neiligar avleiðingar fyri manningarnar og starvsfólk á landi hjá reiðarínum, sigur løgtingsmaðurin.
– Men at ein ella tveir reiðarar ýla og gnísta, tí teir ikki í allar ævir sleppa at hava einkarrætt til okkara fiskatilfeingi, tað vil so vera. Teir brúka nú allar sínar kreftir upp á at sabotera politiska arbeiðið og tær politisku avgerðirnar hjá samgonguni, ið skulu tryggja eitt rættvísari býti av okkara felags ríkidømi og betri gagnnýstslu av tí.
– Men samgongan skal ikki at lúta fyri slíkum valdsmiklum trýsti og gevast á hondum, sigur Ingolf S. Olsen.
Trýst HER og les meiri um hvat hann heldur um seinasta leikin í talvinum um fiskivinnunýskipanina.