- Hetta góðtaki ikki uttan víðari og tí má tað kannast til botns.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, skilir púra onki av, hví pensjónistar nú knappliga hava mist avslátturin, sum tey í nógv ár hava fingið, tá ið tey hava ferðast við tyrluni hjá Atlantsflogi. Hetta kanst tú lesa um í aðrari grein í Sosialinum í dag.
Hann sigur, at hetta er ikki eitt mál, sum Almannastovan hevur havt ávirkan á, tí hetta er eitt stig, sum Atlantsflog hevur tikið av sínum eintingum.
Men í fyrstu syftu er hann ikki sinnaður at góðtaka frágreiðingina frá Atlantsflogi.
- Hatta takið eg ikki fyri góða vøru, sum landið liggur nú og tí fari eg beinanvegin mánamorgunin at seta fólk í umsitingini á málið og at fáa tað kannað til botns.
Hann skilir ikki, hví einskiljingin av Atlantsflogi skal hava kostað pensjónistunum avslátturin við tyrluni.
- Tað fái eg illa at passa og fyribils taki eg hatta ikki sum eitt nøktandi svar, sigur hann.
Sær ongan samanhang
Hann staðfestir, at tað er ikki meiri enn ein triðingur av Atlantsflogi, sum er einskildur og tí heldur hann fyribils, at tað er óskiljandi, at hetta skal kosta pensjónistunum avsláttur.
- Eg fái ongan samanhang í, hvussu spurningurin um at einskilja ein triðing av Atlantsflogi kann hava samband við, at pensjónistarnir missa avslátturin.
Hann sigur, at í sambandi við at málið verður kannað, fer hann eisini at ringja til landsstýrismannin í vinnumálum, sum umsitur Atlantsflog og biðja hann fáa greiði á, hvussu einskiljing kann rættvísgera, at pensjónistarnir missa avslátturin.
- Vit mugu fyrst fáa eina grundgeving frá Atlantsflogi og tá ið vit hava fingið hana, verður hon løgd fyri landsstýrismannin í vinnumálum fyri at vita, hvat talan er um.
- Møguliga liggur ein haldgóð frágreiðing krógvað onkustaðni, men so mugu vit fáa hana undan kavi, men fyribils eri eg ikki sinnaður at góðtaka avgerðina um at taka avslátturin frá pensjónistunum, sigur Hans Pauli Strøm
Hann ásannar, at avslátturin við tyrluni hevur sera stóran týdning fyri pensjónistarnar á útoyggj, tí hjá nógvum av teimum er tyrlan álitið.
- Á útoyggj er nógv eldri fólk, so hetta rakar tey ómetaliga meint, sigur Hans Pauli Strøm