Embætisførsla
Hans Pauli Strøm hevur nú fingið tað gula kortið.
Og hevur hann fingið frá sjálvari Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum.
Landsstýrismálanevndin hevur kannað spurningin um at flyta ætlaða miðnámsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági á stykkinum, sum varð ætlað til miðnámsskúlan.
Í sambandi við hesa kanning, er landsstýrismálanevndin so misnøgd við leiklutin hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at hon hevur sent honum eina átalau, ella kanska enntá eina ávaring.
? Skuldu vit brúkt ítróttarmál, kunnu vit siga, at landsstýrismaðurin hevur fingið gula kortið, sigur Kári P. Højgard, formaður í Landsstýrismálanevndini.
Helt upplýsingum aftur
Nevndin er júst liðug at viðgera málið um miðnámsskúlan og røktarheimi.
Tað hevur annars gingið strilti hjá landsstýrismálanevndini at fáa øll skjøl í málinum.
Men, tað, sum ger nevndina serliga ónøgda, er, at Hans Pauli Strøm hevur ikki givið henni øll skjølini, sum hann hevur um málið
Og tað metir nevndin at vera álvarsligt.
? Landstýrismálanevndin hevur staðfest, at tygum ikki hava latið nevndini øll viðkomandi skjøl í málinum, sigur nevndin í einum skrivi til Hans Paula Strøm.
Tað er eitt ávíst skriv, sum landsstýrismálanevndin hongir seg í og sum landsstýrissmaðurin í almanna- og heilsumálum ikki flýggjaði nevndini, hóast hon hevði biðið um øll skjøl í málinum.
Talan er um eitt skriv frá arkitektafelagnum hjá Árna Winther um, hvat tað fer at kosta at flyta miðnámskúlan til Hovs og at byggja ellisheim í Vági ístaðin.
Hetta er eitt skjal, sum Landsstýrismálanevndin hevði fingið skrivið frá Árna Winther frá mentamálaráðnum
? Tá ið landsstýrismálanevndin spurdi Hans Paula Strøm á fundi, um hann hevði flýggjað nevndini øll skjøl, játtaði hann hesum, sigur Kári P. Højgaard.
? Tá ið vit so løgdi skrivið frá Árna Winther fyri Landsstýrismannin, viðgekk hann, at hann hevði fingið tað á landsstýrisfundi, men at tað ikki var skrásett í málinum.
?Nevndin metir skjalið vera sera viðkomandi fyri viðgerðina av málinum og vísir á, at tygum hava hildið hesum aftur, eftir at nevndin bæði skrivliga og munnliga á fundi hevur spurt ítøkiliga um fleiri viðkomandi skjøl vóru og at tygum ikki viðgingu at kenna tað, fyrrenn tað var tygum greitt, at nevndin longi kendi til skjalið, skrivar Landsstýrismálanevndin í skrivi til Hans Paula Strøm.
Nevnin nýtir hetta høvi til at minna landsstýrismannin á, at skyldur hansara eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Har er ásett, at landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað, ella av grovum ósketni, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av einum máli.
Kári P. Højggard sigur, at skrivið er sent landsstýrismanninum fyri at gera greitt, hvussu ónøgd hon er við mannagongdina.
Kortini vil nevndin ikki koma til ta niðurstøðu, at talan er um beinleiðis lógarbrot og ger tískil ikki meiri við málið.
? Nú vit hava sent landsstýrismanninum skriv, har vit vísa okkara greiðu ónøgd, meta vit samstundis at málið er avgreitt, sigur Kári P. Højgaard.
Les eisini greinina "Hans Pauli Strøm: Eg læt allar upplýsingar frá mær ".