Hans Pauli Strøm 60 ár

Tann 28. desember verður Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, 60 ár. Hans Pauli er ættaður úr Vági, sonur Herborg og Torkil Strøm. Torkil var timburmaður, og hann hevur eisini verið við til at byggja Føroyingahavnina, ta tíð tað var.

Tað er ikki nakað nýtt, at Hans Pauli er so ”sportsligur”, sum er ein ímynd av honum sum landsstýrismanni. Hann spældi fótbólt longu sum smádrongur og var enntá við at vinna føroyameistaraheiti fyri dreingir í síni tíð. Teir vunnu avgerandi dystin móti HB við tveimum málum, og Hans Pauli átti annað av teimum.


Hans Pauli fór sum ungur niður at lesa sosiologi. Hann var tíðliga politiskt virkin og luttók í politiska arbeiðinum millum føroyskar lesandi í Keypmannahavn. Hann var rættiliga víttgangandi politiskt tá, og hann gjørdist ein av oddamonnunum í Oyggjaframa. Hann var eisini ein av teimum, sum hevði ábyrgdina av blaðnum hjá felagnum Framin. Her var hann eisini ein av føstu pennunum í blaðnum. Hansara greinir vísa, at Hans Pauli hevði gott skil á tí, hann skrivaði um. Sum dømi kann nevnast, at hann í 1974 skrivaði eina grein, sum kallaðist ”Oljukreppan og Imperialisman”, har hann útgreinar orsøkirnar til ta kreppu, sum tá var. Hann kundi millum annað vísa á, at hóast oljukreppu var ikki kreppa hjá oljufeløgunum. Tey vunnu pening sum aldri fyrr.


Somuleiðis hevði hann eisini sama ár grein um fasismuna í Chile og um tann yvirgang, sum Pinochet og hansara menn framdu móti teimum við aðrari hugsan. Tað ber ikki til annað enn at geva honum rætt í øllum hann førdi fram.


Tað var vist Churchill, sum segði, at tann sum ikki var sosialistur sum ungur, hevði einki hjarta. Hetta livdi Hans Pauli upp til. Hann spektist sum frá leið. Tá ið Oyggjaframi fór sundur í ein hóvligan og ein víttgangandi part, var Hans Pauli í hóvliga partinum.


Gjørdist realpolitikkari


Hans Pauli verður útlærdur og fær prógv. Tá gongur leiðin aftur til Føroya, og hann fær arbeiði sum deildarleiðari á Hagstovu Føroya. Hann gjørdi hagtøl til almanna ogn, so øll kundu skilja tey. Hann dugdi væl at greiða frá sínum metingum um gongdina í Føroyum út frá hagtølunum. Vit minnast øll, hvussu hann undir kreppuni kundi rokna seg fram til, nær einki fólk fór at vera eftir í Føroyum, sum gongdin var. Men tíbetur sóu vit, at hagtøl kunnu væl vísa tað farna, men tey kunnu ikki vísa framtíðina. Í 1995 hendi nevniliga tað, sum hagtølini ikki kundu taka hædd fyri, nevniliga at toskurin í stríð við allar forsagnir kom aftur í stórum nøgdum, og tá fór at ganga hinvegin aftur.


Churchill segði eisini, at tann sum ikki gjørdist konservativur sum gamal hevði ongan heila. Hóast tað ikki kann sigast um Hans Paula, at hann er konservativur, so hevur hann flutt seg væl inn móti politisku miðjuni, har tað ræður um at fáa pragmatiskar loysnir. Hann var virkin í Verkamannafylkingini í hennara tíð. Hetta førdi hann í javnaðarflokkin, har hann óvæntað kom inn á ting í 1998, og sat hann tá eitt skeið fram til 2002. Hans Pauli vísti seg tá at vera ein sakligur løgtingsmaður, sum dugdi væl at undirbyggja síni sjónarmið. Tað eru sjáldan at slíkir eginleikar geva atkvøður, so tað eydnaðist honum ikki at koma inn aftur tá.


Hans Pauli gjørdist landsstýrimaður í 2004. Hann fekk tey sera tungu almanna- og heilsumálini, sum umfata ein heilt stóran part av fíggjarlógini. Málini at umsita eru eisini bæði stór og tung.


Tað vísti seg eisini, at Hans Pauli var tann rætti maðurin til hetta arbeiði. Hann hevur tveir sera góðar eginleikar fyri at fáa nakað burturúr. Hann hevur mong hugskot, og hann er sera arbeiðsamur. Eisini kennir hann hvørt mál í minstu smálutir, og tað sigur ikki so lítið á hansara málsøkjum.


Í heilsumálum hevur hann tað grundsjónarmið, at sjálvsagt hevur tað almenna skyldu at hjálpa teimum, sum verða sjúk. Men tað er enn betri at forða fyri, at fólk gerast sjúk. Tískil hevur hann uppfunnuið ”fólkaheilsurenningina”, og tað sigst at hann sjálvur rennur hvønn dag.

Í hesum skeiðinum eru vit eisini komin munin nærri at útvega teimum gomlu røktarpláss. Víst er forarbeiðið eisini gjørt av undanfarnum landsstýrismonnum, men hann eigur sín lut í, at tað eru komin 140 nýggj røktarpláss í hesum landsstýrisskeiðinum. Afturat hesum hevur røktarøkið fingið munandi meira arbeiðsmegi.

Tað er eingin ivi um, at Hans Pauli hevur hjartað á røttum stað. Hann hevur viljað gjørt nakað fyri tey veiku í samfelagnum. Men politikkur er politikkur, og tað gongur ikki altíð so skjótt, sum ein kundi ynskt.


Hansara politisku felagar siga, at hann er góður at samstarva við, og enntá sigur vermamma hansara: "Tann, sum ikki situr væl um sátt við Hans Paula, hann kann ikki sita væl um sátt við nakran". Tey eru fleiri sum sanna hetta.


Hans Pauli er giftur við Gyðju Hjalmarsdóttir úr Vestmanna, og tað er eisini her tey búsettust. Børn teirra eru Marin, Herborg Silja og Ingilín.


Vit ynskja hjartaliga tillukku við degnum. Sum ópolitiskt blað kann Sosialurin ikki agitera fyri nakran flokk ella valevni. Kunnu tó kanska siga, at onkur kundi verið verri enn Hans Pauli! Hann er burturstaddur føðingardagin.


ó.