Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, fer nú at spyrja løgmann um hann góðtekur, at avtalan í samgonguni um uppsagnir á Suðuroy Ellis- og Røktarheimi, er brotin. Løgtingsmaðurin sigur, at tað var ein klokkuklár avtala í samgonguni, at tá ið átta tveymannakømur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, verða gjørd um til einmanskømur, skuldi tað henda so líðandi. Sostatt vera átta pláss færri á heiminum og tí skal starvsfólkatalið skerjast samsvarandi. Men av tí, at umleggingin skuldi henda so líðandi, var avtalan í samgonguni, at starvsfólkatalið eisini skuldi minka so líðandi fyri at sleppa undan hópuppsagnum.
Men kortini er ætlanin nú at siga 15 starvsfólkum upp í einum og tann tilgongdin er sett í verk.
Hans Pauli Strøm sigur, at sostatt er avtalan í samgonguni brotin og nú vil hann hava at vita frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, um hann góðtekur tað og hvat hann annars ætlar at gera við tað.
Áður hevur Mikkjal Sørensen, sum er varatingmaður fyri Javnaðarflokkin, og sum hevur havt sætið á tingið í fleiri umførum, boðað frá alment, at standa uppsagnirnar við, stuðlar hann hvørki samgonguni ella landsstýriskvinnuni, Rósu Samuelsen longur.
Men Hans Pauli Strøm staðfestir, at so víðgongd stig fer hann ikki at taka, men hann vil kortini hava eina frágreiðing frá løgmanni.
Løgmaður hevur áður sagt í stuttari viðmerking við Rás2, at hann dugir ikki at síggja, at nøkur avtala er brotin.