Hans Pauli hevur fingið landsliðsboð

Lars Olsen heldur seg í úttøkuni til spælarar, sum hava royndir. Ein teirra er Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi. 28 ára gamli bóltsnillingurin, sum hevur spælt tríggjar landsdystir, hevur ikki verið á liðnum í stjórnartíðini hjá Lars Olsen, men nú hevur hann fingið boð:

 

-Eg havi alla tíðina havt eitt gott eyga til Hans Paula. Hann spældi væl í EB/Streymi í fjør, og í gjár var hann stinnur, tá ið EB/Streymur í fyrsta umfari vann 4-0 á 07Vestur, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2, tá ið hann hevði kunngjørt, hvørjar hann ætlar at hava við sær til Eysturríki, har fyrsti HM undankappingardysturin verður 22. mars.

 

Gunnar Nielsen, sum ikki enn hevur funnið nýtt felag, er ein av málverjunum. Hinir eru Kristian Joensen og Teitur M. Gestsson:

 

-Eg haldi, at Gunnar og Kristian eru bestu málverjarnir í Føroyum. Vit hava valt at hava ein ungan málverja við. Í Thailandi var tað Hans Jørgensen, og hesa ferð er tað Teitur M. Gestsson, sigur landsliðsvenjarin, sum harvið hevur tikið til eftirtektar, at HB venjarin Oddbjørn Joensen við úttøkuni til dagsins dyst ímóti B36 vísti, at hann heldur, at Teitur M. Gestsson í løtuni er fremri enn Hans Jørgensen.

 

Teir, sum eru úttiknir, eru Gunnar Nielsen, Kristian Joensen og Teitur M. Gestsson, málverjar.

Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen og Pól Jóhannus Justinussen, verjuspælarar.

Pætur Dam Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst, Daniel Udsen, Hjalgrím Elttør og Hans Pauli Samuelsen, miðvallarar.

Arnbjørn Hansen, Jóan Símun Edmundsson og Símun Samuelsen, álopsspælarar.