LANDSLIÐIÐ
Í dag verður landsliðið, sum skal spæla ímóti Íslandi mikudagin í næstu viku, úttikið. Undan landsdystunum í Íslandi og á heimavølli ímóti Týsklandi, varð Hans Fróði Hansen vrakaður. Venjarin metti ikki, at avrikini hjá honum í landskappingini høvdu verið nóg góð til landsliðsúttøku.
Eingin ivi kann vera um, at Hans Fróði Hansen verður millum teirra, sum í dag fara at fáa boð um, at hann mánadagin skal møta at fyrireika seg til landsdyst. Um Hans Fróði ikki hevði spælt nóg væl í fyrstu umførunum í landskappingini til at vera landsliðsspælari, so hevur hann nógvu tey seinastu umførini verið framúr. Í tólv landskappingardystum eru sjey mál farin ígjøgnum hjá B68. Tað sigur ikki so lítið um sannførandi verjuspælið.
? Eg havi ikki fingið boð. Men um tað ikki verða boð eftir mær hesa ferð, so eru vánirnar ikki serliga góðar fyri, at tað fer at eydnast at koma upp í part aftur. Í hvussu so er ikki, meðan liðið hevur henda venjaran.
Men hevur tú fingið ábeningar frá venjaranum?
? Hann hevur sýnað meg í fleiri landskappingardystum tær seinastu vikurnar, og hann hevur latið væl at. Men nú fáa vit at síggja.
Merkisvert er tað, at meðan Hans Fróði er miðverji á næstovasta liðnum í 1. deild, so eru teir, sum hann kappast við, ikki á so góðum liðum. Jóhannis Joensen er í FSV verjuni, og Óli Johannesen spælir í 2. deild.
Tað hevur gingið væl hjá tykkum seinastu ferðirnar?
? Vit hava eitt fínt fótbóltslið. At okkum ikki nýtast at vera bangnir fyri nøkrum, haldi eg, at vit vístu í Gundadali sunnudagin, staðfestir Hans Fróði Hansen.
Eftir okkara tykki kann eingin ivi valda um, at Hans Fróði í dag fer at fáa boð frá FSF.
Um Hans Fróði fær boð, so dettur ivaleyst ein av hinum miðverjunum burturúr, og tá er Johan B. Hansen, sum seinast varð boðsendur, vera besta boðið.
Tvey leikbann
Tað er greitt, at tveir spælarar, sum nógvu tær seinastu ferðirnar hava verið fastir millum teir fyrstu ellivu, ikki eru tøkir ímóti Íslandi. Talan er um Fróða Benjaminsen og Jákup á Borg, sum báðir eru leikbannaðir hesa ferð.
Stóri spurningurin er, hvør skal loysa Jákup á Borg av. Ein møguleiki er Tór?Ingar Akselsen úr HB. Hann hevur áður verið í landsliðshitanum, men hann hevur ongan landsdysti spælt enn. Eftir trupla byrjan í HB hevur Tór?Ingar hesar seinastu ferðirnar verið rættuliga stinnur millum teir fyrstu ellivu, og tí skal tað ikki undra, um boð verða eftir honum.
At finna avloysaran til Fróða Benjaminsen verður kanska eitt sindur torførari, men tað eru nógvir at velja ímillum. Ein møguleiki er, at Rógvi Jacobsen, sum seinastu ferðirnar hevur staðið seg væl í vinstra borði, verður fluttur meiri sentralt á vøllin, og ein annar møguleiki er, at Atli Danielsen, sum hevur verið rættuliga væl upplagdur, síðani hann kom á sentrala miðvøllin hjá KÍ, fer at fáa møguleikan.
Í morgin venda vit aftur til, hvørjir átjan spælarar fara at fáa landsliðsboð.










