Góða Hanna!
Nú ein tíð er fráliðin síðan tú fór hiðani frá okkum, sýnist tað so tómligt og óveruligt, at tú ikki ert her longur ímillum okkum. Tú fylti so nógv og so visti tú so ómetaliga nógv at fortelja. Tað var líkasum, tá ið tú var í rætta essinum, at man kundi ímynda sær myndirnar av frásagnunum, tú segði frá millum ár og dag, sum var man í eini myndahøll og frásagnirnar á filmi. So livandi vart tú, tá ið tú segði frá ymiskum frá lívi tínum. Ja, tú var bara so ótrúlig.
Klók og vøkur dama vart tú eisini, Hanna, sum øll rundan um teg løgdu til merkis, so hábærslig og altíð so vælklødd. Og ikki minst til arbeiðis vart tú vællýdd av øllum á arbeiðsplássinum, øll tey árini tú var virkin har. Tú var tann, ið visti alt, um man var í iva um eitthvørt. Takk skalt tú hava fyri tað!
Tann seinasta tíðin var strævin hjá tær at koma ígjøgnum. Tú livdi ikki væl, men tú royndi álíkavæl, tú læt ongantíð illa at, men tú segði, at tú visti, at tú fór skjótt foldum frá. Sum tú segði eitt kvøldið: Nú rokni eg við, at eg fari skjótt undir mold. Ja, so varð, tíverri, men vit kunnu einki gera við tað. Vit standa bara spyrjandi og spyrja hví, men vit skilja einki.
Góða Hanna, takk fyri mangar góðar, hugnaligar løtur, vit fingu saman, mást tú hvíla í friði til vit einaferð síggjast aftur.
----
vinfólk