Sands kommuna hevur nú fingið sín fyrsta kvinnuliga borgarstjóra.
Tað er Hanna á Reynatúgvu, sum situr við borðendan, nú valdi borgarstjórin, Heri Sverrason, er í summarfrí.
- Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna er borgarstjóri í Sands kommunu.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi.
Heri Sverrason hevur boðað frá, at hann verður í summarfrí í døgunum frá 15. august til 25. august at rokna.
##med2##
Og tað er í hesum tíðarskeiði, at Hanna á Reynatúgvu situr við leiðsluni í Sands kommunu.
Vit kunnu leggja aftrat, at Hanna á Reynatúgvu er leiðari á Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi.