Hann vil hava alt liðugt í kvøld

Aksel V. Johannesen sigur, at tað gongur alsamt fram á í samgongusamráðingunum

Frá vinstru, Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Høgni Hoydal, Tey standa á odda fyri flokkunum, sum samráðast um samgongu - og tað nærkast í hvørjum

##med2##

 

Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum samráðast um at skipa nýggja samgongu, eru ikki heilt liðug enn.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum stendur fyri samráðingunum, sigur, at samgonguskjalið er liðugt, men nú verður tingast um, hvussu málsøkini skulu býtast ímillum teir tríggjar flokkarnar.

 

Men hann sigur, at tað gongur alsamt fram á og hann sigur, at endamálið er at fáa alt avgreitt í dag.

 

So skal samgonguskjalið endaliga rættlesast, og flokkarnir skulu eisini velja hvør skal umboða teir í landsstýrinum. Av tí, at málsøkjabýtið ikki er greitt enn, ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv landsstýrisfólk vera.

 

Men Aksel V. Johannesen sigur, at endamálið er at fáa alt avgreitt í morgin, ella í hvussu so er til tingfundin hósdagin.

 

Á fundinum hósdagin skal Løgtingið, í hvussu so er, velja formansskapurin í Løgtinginum veljast, tað er løgtingsformaður, og tríggur næstformenn.

 

Frá vinstru, Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Høgni Hoydal, Tey standa á odda fyri flokkunum, sum samráðast um samgongu - og tað nærkast í hvørjum