Alt var á gosi uttan fyri rættarhølið, tá tað frættist, at nevningarnir høvdu fríkent poppkongin Michael Jackson fyri ákærurnar um kynsliga misnýtslu og fyri at skonkt ungdómi sterkt. Summi grótu, onnur takkaðu hvør øðrum, meðan uppaftur onnur takkaðu nevningunum. Onkur hevði tikið eitt búður við hvítum dúgvum við sær, og tær vórðu sleptar á flog, tá úrslitið kom.
Michael Jackson kundi tískil fara heim til Neverland sum ein fríur maður, men eygleiðarar siga, at rættarmálið verður altíð knýtt at umdømi hansara. Tí verður hann ongantíð tann sami aftur, siga teir.
Maðurin, sum førdi sakina ímóti Michael Jackson, Tom Sneddon, segði aftan á úrskurðin, at endamálið við rættarmálinum var ikki at gera seg inn á Michael Jackson ella umdømi hansara.
-Vit hava bara gjørt tað, sum vit hildu vera rætt, og vit gjørdu okkara besta. Meiri er ikki at siga um tað, segði Tom Sneddon aftan á úrskurðin.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Michael Jackson er lagdur undir ónærisliga framferð ímóti børnum og ungum. Í 1994 rindaði hann ávikavist tjúgu og tvær milliónir dollarar í endurgjaldi í tveimum málum um tað sama.










