Vatikanið
Fleiri hava ta uppfatan, at Jóhannes Páll Annar var eitt halgimenni, longu meðan hann var á lívi, og tá hann fór til gravar tann 8. apríl, rópti mannamúgvan á Pæturstorginum "Santo subito". Vatikanið hevur seinni upplýst, at har hava teir fingið umleið teldupostar um dagin frá fólki, sum vilja hava fyrrverandi pávan til halgimenni.
Vanliga kann ein deyður ikki gerast halgimenni fyrr enn í fyrsta lagi fimm ár eftir sín deyða, men hesa ferð hevur eftirmaðurin, Benedikt 16., gjørt av at víkja frá hesari regluni. Tað sigst, at hann tók avgerðina, longu áðrenn hann gjørdist pávi.
Tað er kortini ein spurningur, hvussu skjótt Jóhannes Páll Annar alment verður lýstur halgimenni. Erkabiskuppurin Stanislav Dziwisz, sum var skrivari hansara, segði við polska sjónvarpið fyrradagin, at vónandi verður tað longu í august, men hann legði tó afturat, at so skjótt verður tað kortini neyvan.