Hetta er ov illa lýst. Tað heldur Ingolf S. Olsen, sum er framsøgufólk fyri Tjóðveldi í málinum, sum løgingið nú viðger um løgfrøðiligt kynsskifti.
Tað er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum hevur lagt uppskotið fram, og endamálið við tí er, at menn, ið føla seg sum kvinnu, kunnu søkja um at fáa nýtt p-tal og nýggjan samleika sum kvinna, og øvugt.
Trýst HER og les meiri um uppskotið hjá Sonju Jógvansdíttir.
Ingolf S. Olsen heldur, at málið er serstakliga samansett, bæði sálarfrøðiliga og lívfrøðiliga og snýr seg meiri enn um at skifta p-tal, tí tað tað loysir ongan trupulleika. Tí verður tað neyðugt at lýsa málið nógv nágreiniligari enn tað verður gjørt her.
Hann skilur heldur ikki, Hví Sonja Jógvansdóttir er farin í sjálvdrátt í hesum máli, heldur enn at samskift við aðrar politikarar um tað, tí hann er ikki vísur í, at varð rætt framfarið, hevði tað kanska ikki verið frítt við vælvild úr Løgtinginum.