Tað vóru víðgongdir islamistar í Sýria, sum løgdu yvirgangsatsóknina í París fríggjakvøldið, til rættis. Tað staðfesta franskir myndugleikar í morgun, sambært fleiri altjóða fjølmiðlum.
Myndugleikarnir stúra eisini fyri, at ætlanir eru um fleiri yvirgangsatsóknir í Fraklandi, og aðrastaðni í Evropa.
- Vit vita, at fleiri álop verða løgd til rættis, ikki bara móti Fraklandi, men eisini ímóti øðrum londum í Evropa, sigur BBC frá myndugleikunum í Fraklandi.
Samstundis eru teir dripnu yvirgangsmenninir eyðmerktir og myndugleikarnir vátta eisini, at tann eini av teimum kom til Grikkalands fyrr í ár við streyminum av flóttafólkum.
Myndugleikarnir eru farnir undir eina sanna mannajagstran at finna onnur, sum hava samband við bólkin, sum skipaði fyri yvirganginum.
Løgreglan sigur, at tann, sum tey hava størstan illgruna til, er 27 ára gamli, Abdelhamid Abaaoud, sum er føddur í Belgia, men sum síðani er farin til Sýria. Tað sigst eisini, at beiggi hansara var bara 14 ár, tá ið hann fór úr Evropa til Sýria at stríðast.
Umframt at skipa fyri hesum álopinum, er hann eisini undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri miseydnaða álopið í einum snartoki á veg til París nakað síðani, tá ið tveir amerikanskir hermenn løgdu upp í og bjargaðu støðuni. Hann er harumframt undir illgruna fyri at hava skipað fyri øðrum yvirgangsatstóknum.
Leitað verður eisini eftir einum øðrum belgiara, Salah Abdeslam, sum eisini varð ein av høvuðsmonnunum aftanfyri álopið. Stutt eftir álopið steðgaði løgreglan honum annars í einum bili, men lótu hann fara.