Jens Martin Knudsen. Drúgvasti maðurin í føroyska landsliðshópinum. Líka frá Páll Guðlaugsson til Henrik Larsen:
- Fyrst og fremst var munurin millum Allan Simonsen og Henrik Larsen, at vit fingu nógv leysari teymar. Allan vildi hava kekk á øllum smálutum, meðan tað hjá Henrik hevur verið nógv meira upp til einstaka spælaran, og tað er kanska eisini munurin á teimum báðum sum persónum.
- Tað hevur so eisini havt við sær, at hann hevur flutt nógv av ábyrgdini yvir á spælararnar, sum á tann hátt í størri mun eru slopnir at prógva sítt veruliga virði. Tað tekur kanska longri tíð at vinna fram á tann hátt, men í longdini vil eg meta, tað er meira mennandi fyri spælararnar í longdini. Tú fært spælarar, sum betri tora at spæla. Tað verða vit so revsaðir fyri onkra tíð, tá vit hava flutt ov nógv fólk niðan, men so læra vit tað á egnum kroppi, heldur enn bara at læra tað á eini taktik-talvu.
- Tað hevur eisini broytt um okkara spæl, at vit nú spæla 4-4-2. Vit eru nógv oftari í álopi og við nógv meira fólki, enn vit vóru fyrr, og tað er mennandi í longdini.
- Hinvegin trúgvi eg, at royndirnar hjá Henrik vóru lítlar, tá hann kom, og tí síggja vit ein nógv betri venjara í dag, enn vit gjørdu fyri trimum árum síðani. Hann hevur so eisini tikið fleiri venjaraskeið, síðani hann byrjaði við landsliðnum, og eg beri ongan ótta fyri, at Henrik ikki fer at fáa venjarastarv í framtíðini.
Hvørjar eginleikar metir tú, at tann næsti landsliðsvenjarin skal hava?
- Eg haldi, at vit nú skulu hava fakliga sterkan venjara, sum kann føra gongdina enn víðari. Vit fingu eisini eitt »boost«, tá Henrik varð settur, tí allar broytingar vilja jú hava nakrar avleiðingar við sær hjá spælarunum. Millum annað broytti tað nógv hjá okkum, at karmarnir hjá spælarunum brádliga gjørdust víðari. Í summum førum var tað kanska í lagi, at nøkur ting vórðu strammað uppaftur, so eg rokni við, at ein venjari, sum í persónligheit liggur onkra staðni millum Allan og Henrik, vildi verið tað rætta valið hjá FSF nú.